Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk Rock legenda í Maverick

(Erik Biskopstø)

Í kvøld, fríggjakvøld 14. desember, fer tiltikni Ólavur Presley at framføra og undirhalda í Maverick.

Tað er ikki hvønn dag, at Ólavur framførir alment, so tað má næstan sigast at vera sum lundi á Jólanátt. Seinast Ólavur Presley sang alment, var tá ið fyrsti Summarfestivalurin var hildin í 2004. Tá tók hann allan Vágsbøin við stormi saman við bólki sínum Rag Rags.

Ólavur Presley er ein av slóðarunum innan føroyaskan LIVE tónleik. Sjálvt um teir ongantíð hava givið fløgu (ella plátu) út, so er millum annað “Mín dingeling” og “Fepur” væl kendir sangir. Eisini eru livandi og teatralsku framførslurnar frá 70-unum tiltiknar. Pall-showið umfataði m.a. Striptease og einaferð simuleraðu teir eina heinging av Ólavi!

Men Ólavur fer neyvan at kasta klæðini og ei heldur lata seg heingja í Maverick í kvøld, men eina livandi framørslu, tað kunnu fólk vænta.

Seinni í nátt verður eisini skipað fyri Karoeke, har gestirnir sleppa at royna seg.