Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk seyðanossur og tónleikur á Fólkatingi

Tidindaskriv

Afturvendandi mentanarnáttin á Fólkatingi verður í ár fríggjakvøldið 9. oktobur frá kl. 18.00 til 00.00. Í hesum sambandi bjóða nývaldu fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, øllum vælkomnum á Christiansborg at eta føroyskan mat, lurta eftir føroyskum tónleiki og hoyra undirhaldandi politiskt kjak.

Á tónleikaskránni verða Marius, Páll Finnur Páll (unplugged) og Jóhanna Norðberg Niclasen. Tað verður eisini møguleiki at royna føroysk hvítanýru frá Krás og føroyskan laks frá Bakkafrost.

Umframt hetta verður lætt og undirhaldandi politiskt kjak millum teir báðar fólkatingslimirnar úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi.

Fyriskiparar vænta, at nógvir gestir koma og tí verður mælt til at koma í góðari tíð.