Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysk stjórnarskipan

Norðlýsið

Handanarrøða 18. desember 2006 hjá Jóan Paula Joensen, formanni í Stjórnarskipanarnevndini

Føroya Løgmaður, háttvirda samkoma!

Alt hevur sína tíð her í lívinum. Tað er ein tíð, tá ið eitt byrjar og ein tíð, tá ið eitt endar. Tað tíðarskeið, sum okkara háttvirda løgting hevur ásett sum karm um skrivan av áliti til eina føroyska stjórnarskipan, er skjótt um at verða runnið. Tað eru ikki nógvir dagar eftir av hesum tilmálda skeiði. Jólini eru eisini brátt í hondum, og eg unni bæði hinum limunum í Stórnarskipanarnevndini, mær sjálvum og skrivaranum frið um jólahalguna.

Eins og freistin varð hildin, tá ið løgmaður fekk handa Fyrra Flaggdagsálit í árinum 2004, er freistin eisini hildin á hesum sinni, nú løgmaður fær handað tað álit, sum eg loyvi mær at geva tilnavnið Jólaálitið.

Jólaálitð er 130 blaðsíður til støddar. Umframt fororð, evnisyvirlit, inngang og annað, sum hoyrir til í einum prentverki sum hesum, er prentað ein frágreiðing frá arbeiðinum í teirri tjóðskaparligu semjunevndini. Ein undirnevnd, sum formaðurin setti við einum umboði frá øllum teimum politisku flokkunum og einum av samfelagsfrøðingunum í nevndini, sum formanni. Fyri at skerpa tilvit og hugfloð, eru eisini prentaðar hugleiðingar um, hví tað er neyðugt við eini stjórnarskipan og hugleiðingar um tann søguliga møguleika, sum Føroya Fólk júst nú hevur at geva sær sjálvum eina stjórnarskipan.

Sjálvt uppskotið til Stjórnarskipan er í fyrsta umfari prentað reint og í øðrum umfari prentað við viðmerkingum.

Viðmerkingarnir hava ikki normarandi virði, men fyrst og fremst eru ætlaðir har, sum neyðugt er við eini frágreiðing. Har tað ikki hevur verið hildið neyðugt, eru ongar viðmerkingar. Tað er ætlanin, at orðini í stórnarskipini eiga at bera at kunna standa einsamøll.

Beint eftir stjórnaskipanina við viðmerkingum fylgja viðmerkingar frá minnilutum í nevndini. Tað er tað eitt og annað í uppskotinum, sum ávísir nevndarlimir hava ymiska meining um og ymiskan hugburð til. Hetta er fyri tað mesta um viðurskifti, sum eru rættiliga ítøkilig og sum eru verd at taka upp til orðaskifti, nú uppskotið skjótt verður lagt fyri løgtingið. Í hesum sambandi skal eisini verða víst á, at eitt av fylgiskjølunum er ein áheitan frá Miðflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Tjóðveldisflokkinum, har heitt verður á formannin í Stjórnarskipanarnevndini, um at heita á Føroya Løgman, um at útseta endaligu freistina til seint á vári 2007, uttan kortini at nevna eitt møguligt Seinna Flaggdagsálit sum tað endaliga álitið. Løgmaðurin hevur fingið hetta skriv uttan viðmerkingar.

Ein spurningur hevur tíðum stungið seg fram í nevndararbeiðinum, og sum nú í seinastuni eisini hevur verið viðgjørdur í tjóðskaparligu semjunevndini. Tað er spurningurin um heiti og hugtøk. Í hesum uppskoti til Stjórnarskipan standa enn tey heimastýrishugtøk, sum vit hava vant okkum við í meira enn 50 ár. Tað eru hugtøkini landsstýri, løgmaður og landsstýrismaður. Ì Stjórnarskipanarnevndini eru tað fleiri limur, sum meina, at vit í eini nýggjari føroyskari stjórnarskipan eiga at sleppa okkum av við heimastýrishugtøkini og heldur nýta hugtøk sum stjórn, forsætisrharri og ráðharri, t.d. fíggjarmálaráðharri. Heiti sum vit eisini javnan finna í føroyskum bløðum. Hetta er ein spurningur, sum eigur at takast upp til viðgerð, tí í donskum og enskum umsetingum verða samsvarandi heiti nýtt. Í uppskotinum hava vit eisini møguleika at lata løgman verða fólkavaldan. Tá verður heitið løgmaður flutt yvir á tingformannin, sum umframt at verða tingformaður eisini fær aðrar uppgávur, sum aðrastaðni hoyra til ein forseta.

Sum ein hjálp til tey forvitnu, ið ynskja at fáa meira at vita meira um stjórnarskipanir aðrastaðni, hava vit seinast í álitinum prentað yvirlit yvir heimildir av týdningi fyri stjórnarskipanir.

Persónliga eri eg ikki sørt errin av, at tað aftur hesa ferð, takkað verið ágrýtnum og trúgvum nevndarlimum og einum sera arbeiðssomum skrivara, hevur eydnaðst at halda freistina. Onkur hevur kanska hug til at siga, at alt er ikki komið upp á pláss í sátt og semju. Til tað er at siga, at tað verður seinur dagur, áðrenn vit fáa semju um alt, men vit eru komin sera nær málinum. Semja er um tað mesta. Tað er tí ikki sum trøllið við teimum mongu høvdunum, at høggur tú eitt av, so vaksa fleiri út aftur. Tey høvdini, sum vaksa út aftur, eru vorðin alt færri og færri. Hetta álitið er so avgjørt borðbart og vert at taka upp til orðaskifti.

Eg vóni, at Føroya Løgmaður, sum nú hevur ábyrgdina av tí, sum nú kemur at henda, í virðing fyri Føroya Fólki, tekur hetta mál í størsta álvara, og sær til, at uppskotið fær ta viðgerð, sum tað skal hava í Løgtinginum, so semja verður um alt, áðrenn tað fer út til fólkaatkvøðu. Hevur løgmaður tørv á hjálp frá okkum, sum hava arbeitt við stjórnarskipanini, til ta allarseinastu gjøgnumgongdina, nú hvørt húski í Føroyum fær uppskotið inn um dyrnar, so mugu útvegir finnast fyri tí.

Eg takk fyri tað stóra álit, sum hevur verið sýnt mær sum formanni bæði fyri Grundlógarnevndini og Stjórnarskipanarnevndini. Eftir hesi orð, sum nú eru søgd, loyvi mær nú at handa Føroya Løgmanni álitið við uppskot til Stjórnarskipan. Tað er mín innasta vón, at tað arbeiði, sum er lagt niður í hetta uppskot, kemur at verða til stórt gagn og stórt vælsignilsi fyri land og tjóð.

Harleywoodpaint