Hóast nógv av føroysku ullini ikki kemur til høldar, so eru eisini sólskinssøgur um føroysku ullina.
Rakul Ketels, ella Rakul Samuelsen, sum hennara gentunavn varð, giftist og hevur búð alt sítt lív í Oregon, men hevur tíðum vitjað heim aftur á klettarnar.
Fyri stuttum var hon til eitt skandinaviskt kvøld í Oregon har hon býr og var í einum sjalli, sum systirin, Sigrun Samuelsen hevði evnað til hennara.
Rakul sigur, at ein kvinna av norskum uppruna, ið nevnist Kristi Gustafson, bleiv so bergtikin av sjallinum, at hon vildi hava at vita, hvussu tað var evnað til og av hvørjum tilfari. Rakul greiddi so frá hvussu vit viðgjørdu ullina og spunnu og bundu.
Kristi Gustafson fekst sjálv við slíkt og hevði gedir, lamair og onnur djór til tað sama og er eisini limur í Oregon Flock & Fiber, ið er felagsskapur fyri fólk, ið hava áhuga í at útvinna ymiskt úr ull.
Eftir samrøðu teirra millum lovaði Rakul at útvega henni ull úr Føroyum, og tað er hendan nývaskaða ullin, ið hongur á snórunum hjá Randi Skaale, ið nú skal sendast til USA.
Eg rokni við, sigur Rakul Ketels, at eg skal vísa henni hvussu okkara ull verður nappað og síðani fer hon helst at spinna og evna sær eitthvørt plagg burturúr. Helst fer hetta plaggið eisini at vera á næstu framsýning hjá Oregon Flock & Fiber, hvør veit.




