Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyska A-landsliðið til EM-undankapping

Danial Viðoy

Flogbóltur: Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum í flogbólti fer til Íslands í morgin til EM-undankapping. Tað verður byrjað í smáum til EM-endaspælið í flogbólti. Hendan kappingin í Íslandi er undankapping fyri smátjóðir. Gongst væl, so vera størri og sterkari avbjóðarar.

EM-undankappingin fyri smátjóðir er á hægri støði enn til dømis Oyggjaleikir, sum føroyska liðið altíð hevur klárað seg væl í.

Hesar fimm á myndini skulu allar við. Tær spæla í gerandisdegnum við Amager VK í Keypmannahavn. Norðlýsið hevur verið í prát við allar fimm fyrr í dag og tær gleða seg til fríggjadagin, tá ið fyrsti dysturin verður floytaður í gongd.

Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Luxemburg og Lichtenstein. Vinna Føroyar bólkin sleppa tær víðari, og koma at spæla ímóti einum vinnara í einum øðrum bólki.

Hvussu kappingin í síni heild er skipað, vita tær ikki heilt enn. Men fyrsta avbjóðingin á leiðini til EM-endaspælið verður um vikuskiftið.

Til blaðið í næstu viku verður enn longri og ikki minst forvitnislig grein at lesa og fleiri snøggar myndir at síggja, tí ein samrøða er gjørd í sambandi við at allar hesar fimm landsliðs-genturnar spæla á sama liði.