Tað kom fram á kjakfundinum í Ósáskúlanum í kvøld, har Føroya Sjómannadagur skipaði fyri kjakfundi um støðuna í pelagisku vinnuni og støðu Føroya og ES í hesum máli. Mett verður at 220 fólk vóru møtt til fundin, sum gjørdist ikki sørt lívligur, hóast tú kendi, at øll vóru í sama báti at líkna.
Eftir at embætismenninir høvdu lagt sínar frágreiðingar fram, kom túrurin til politikararnar og einsamalla vinnulívsmannin í panelinum.
Sum flestu munnu hava hoyrt í útvarpinum, so var tað mest orðstýrarin, sum spurdi, imeðan fiskimálaráðharrin av góðum grundum kom við teim flestu svarunum.
Úr salinum komu eisini spurningar. Samanumtikið hevði tú kendsluna av,at hetta meira gjørdist ein upplýsandi fundur, har gott høvi hjá okkum áhoyrarum at fáa størri innlit í tað sum rørir seg í hesum máli, enn at fundurin gjørdist nakra ógvusligur kjakfundir.




