Patentið lýsir ein framferðarhátt, til at stytta um tíðir fyri at finna fram upplýsingar frá einum dáta vøruhúsi.
Patentið lýsir ein framferðarhátt, til at stytta um tíðir fyri at finna fram upplýsingar frá einum dáta vøruhúsi.
Føroyska smápartafelagið Teldware kunnger í dag, at Amerikanska Patent kontórið hevur tillutað felagnum eitt patent, sum lýsir ein framferðarhátt til at stytta um tíðir, fyri at finna fram og dagføra upplýsingar í einum dáta vøruhúsi.
“Teldware Sp/f (áður kent sum Telduráðgevin Sp/f), hevur nú fingið tað fyrsta patentið, sum dekkar okkara tøkni. Vit rokna við øktari sølu, tá okkara tøkni í størri mun verður viðurkend.”
Patentið, sum er nummar 8676772, er fyri ein framferðarhátt til at goyma, og viðlíkahalda eitt dáta vøruhús, sum er skipað eftir einum serligum leisti, sum ger at tað megnar til at geva skjót svar uppá flest allar fyrispurningar. Hetta verður gjørt m.a. við at data er skipað í eitt stórt tal av smáum bitum.
“Hetta patentið verjur eina uppfinning, sum saman við okkara tøkni annars, ger tað møguligt, at uppnáa munandi skjótari, meiri álítandi, og javnt stuttar tíðir at finna fram upplýsingar í eini leiðslukunningarskipan, nakað sum áður ikki hevur verið møguligt” sigur Eyjólfur Gislason, stovnari eigari og stjóri í Teldware Sp/f.
“Hendan uppfinning, ger tað møguligt at gera eitt nýtt slag av telduforritum, har sum stuttar tíðir til at heinta fram upplýsingar (oftast millum 0,2 til 2,5 sekund), ikki longur er treytað av, at data skal passa inn í RAM minnið hjá telduni. Nú, við at brúka tað tøkni, sum er lýst í patentinum, er tíðin til at finna fram upplýsingar, leys av støddini av data vøruhúsinum,” sigur Eyjólfur Gislason.
“Patentið, lýsir ein framferðarhátt, ið lættir munandi um innlesing av data inn í dáta vøruhúsið við at gera hetta á ein einfaldari hátt enn vanligt er.
“Afturat hesum avdúkar patentið ein framferðarhátt, at deila data upp í minni bitar í samsvari við fleiri ymiskar hættir, at deila data upp eftir, og patentið avdúkar ein framferðarhátt, til at viðlíkahalda samanteljingar, har serstakar samanteljingar eru gjørdar fyri teir einstøku bitarnar av data. Hetta á ein hátt, sum tekur burtur trupulleikar ið annars hava verið, við at samanteljingar av data ikki altíð hava stemmað sum tær eiga. Eisini krevur hesin framferðarháttur minni av telduni, fyri at viðlíkahalda samanteljingar.
“Til seinast, so avdúkar patentið ein framferðarhátt, til at stytta um tað tíð, sum skal brúkast til at lesa dáta inn í dáta vøruhúsið. Hetta verður gjørt við nærum at taka burtur allan tørv av at brúka “indeks” í dáta vøruhúsinum.
“Eg meti at hetta patentið er kollveltandi. Tann framferðarháttur, sum í dag av teimum flestu veitarum verður hildið at vera tann rætti til at gera eitt dáta vøruhús, er eftir mínari meining ikki tann besti” segði hann.
Um Teldware Sp/f:
Teldware Sp/f er ein føroysk fyritøka sum heldur til í Tórshavn.
Fyritøkan hevur gjørt Leiðslukunningarskipanina hjá Føroya Gjaldstovu. Hendan skipan er eisini seld til Føroya Tele og Tórshavnar Kommunu.
Fyri at vita meiri um Teldware Sp/f vitja http://www.teldware.com




