Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyska U17 landsliðið vann á Danmark

John William Joensen

Føroyska dreingjalandsliðið stóð fyri einum hetju avrikið tá teir í gjár vunnu 1-0 á danska landsliðnum.



Tað er klaksvíkingurin, Bill McLeod Jacobsen sum saman við Heðin Askam er venjari hjá føroyska U17 landsliðnum sum luttekur í Norðurlanda Meistara kapping í Vaas í Finlandi.
 
Uppiborin sigur
Tá vit hittu Bill fyrrapartin, vóru teir júst liðnir at eta døgurða og vóru í ferð við fyrireikingarnar til dystin móti Onglandi í dag kl. 16:30 føroyska tíð.
– Vit fóru til dystin í gjár, við hugburðinum um at vit ætlaðu at spæla fótbólt, og hetta gav eisini úrslit.
– Danir fingu eina vánaliga byrjan tí vit lógu so frammalaga, og tað høvdu teir neyvan heldur vantað.
– Vit leiktu eitt 4-2-3-1 system sum í stuttum merkir at vit altíð eru fýra mans í álopið tá vit hava bóltin, men í verjustøðu hava vit bert ein mann frammi.
– Vit stóðu rættuliga væl á vøllinum og hóast danir høvdu fleiri vandamiklar atsøknir, so høvdu vit fleiri góðar kontramøguleikar og í heila tikið haldi eg eisini at vøllurin passaði sera væl til okkum. Hann var í minna lagi og tí kravdist ikki so nógv renning og tað var gott tí meðan vit leiktu vóru eini 24 hitastig.
– Í 76. minutti skorðar Christian Mouritsen úr HB upp á beinleiðis fríspark úr 30 metrum. Eitt sera gott mál, men áðrenn tað høvdu vit havt onkrar góðar málmøguleikar.
– Stutt inni í seinra hálvleiki hevði Christian eitt skot á tvørstongina eftir ein fríspæling frá Kristoffur Jakobsen úr KÍ.
– Kristoffur bleiv eisini einsamallur við málverjanum, men meiri spurgdist ikki burtur úr.
 
Báðir Klaksvíkingarnir við
– Rógvi Rygshamar úr LÍF vardi føroyska máli og hevði ein framúr góðan dyst. Menn í 65. minutti noyddist hann av vøllinum við skaða og inn fyri hann kom KÍ málverjin Mattias Samuelsen, abbasonur Súna Svabo lærara.
– Danskararnir løgdu nógv trýst á føroyska málið seinastu minuttirnar, men ein væl leikandi Mathias helt teimum burtur frá fatinum.
Kristoffur Jakobsen, sonur Thom Jakobsen, leikti sera væl og hann var við í flestu álopunum.
Teir sum mannað føroyska U17 landsliðið eru: Rógvi Rygshamar LÍF, Tony Kruse, Brian Hansen  EB/STR, Jóhan Davidsen, Einar Hansen, Bogi Løkin NSÍ, Sigtór A. Petersen FSV, Kristoffur Jakobsen, Mathias Samuelsen KÍ, Ólavur í Ólavstovu, Pætur T. Jørgensen, Christian R. Mouritsen, Torkil Kollsker HB, Levi Hansen, John Hansen, Rói Mohr Danielsen, Johan Ellingsgaard B36, Jón Krosslág VB.Við í ferðalagnum eru eisini: Rúni Heinesen, ferðaleiðari, Bill Mc. Leod Jacobsen og Heðin Askam venjarar, Thom Jakobsen, liðleiðari, Fanny Kruse, Fysioterapeotur, Páll Augustinussen, dómari.

Harleyfacadeacryl