Jólaguðstænastur á føroyskum verða hildnar í norra nú áðrenn jól, Hanus Simonsen, sum lesur til prest í Noregi fer at hava guðstænasturnar.
Tað verða hildnar tvær føroyskar jóla guðstænastur í norra nú áðrenn jól. Tann fyrra verður í Sjøholt í Ørskog Kirkju nær við Ålesund leygardagin 2 des. Guðstænastan byrjar kl.11.00. Eftir guðstænastuna verður tað jólahald, og jólaheilsanir vera sendar. Hetta er fyrstu ferð at guðstænasta verður hildin í samband við jólahaldið. Tað er Hanus Simonsen ið er guðfrøðislesandi í Oslo sum kemur at hava guðstænastuna.
Tann 10 desembur verður so tann seinna guðstænastan, hon veður hildin í St Edmunds tí Ensku kirkjuni í Oslo. Tað hevur verið fastur táttur nú í nógv ár at hava ein føroysk jólaguðstænastu í Oslo. Tey seinnu árini hava tað verið tey guðfrøðislesandi í Oslo sum hava staðið fyri guðstænastuni, soleiðis er tað eisni í ár.Guðstænastan byrjar kl. 16.00 og eftir guðstænastuna er tað hugnaløta




