Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FØROYSKI BÚSKAPURIN – GEYKUR ELLA TIKARI ?

John William Joensen

Hetta er við tíðini farið at líkjast 90-ára føðingardegnum. Løgtingsmenn standa í dagavís, í fullum álvara, og spíla seg út, tamba hvørja heilakyknu, fyri at finna útav hvussu vit skula húsast í hesi donsku koloniini komandi árið, skrivar Tórbjørn Jacobsen

tórbjørn jacobsen
 
 Ikki sørt at struthio camelus syndromið ger vart við seg. Herðindini ganga á menn, teir stinga høvdið í sandin, og vóna og biðja eftir, at løgini vera til vildar, og at vit onkursvegna koma okkum burturúr degnum í morgin, við danskari hjálp sjálvandi. Tosað verður tó, sum var hetta ein vanligur búskapur, ið var til viðgerðar, men soleiðis hanga lunnindini ikki saman hjá uppisitarum av fremmandum valdi. Húskallurin hevur sínar avmarkingar, tað verið seg á bóndagørðum og í politiskari imperialismu.
 
Táið aðrir sleptu hjálondunum, oftani við ringum tannabiti, vóru danir rationellari enn teir flestu. Av geopolitiskum orsøkum, tað snýr seg bara um vald og prestisju, valdu teir at pumpa búskapirnar í Grønlandi og Føroyum upp við kunstigum kapitali. Knæsettu prinsippið um, at allir borgarar ríkisins skuldu ferðast á sama vælferðarstøði, líkamikið hvussu vinnuliga uppdriftin annars var í hjálondunum. Harvið løgdu teir eina búskaparliga dýnu útyvir Føroyar, doyvdu dynamikkin, hækkaðu kostnaðarstøðið, lótu lønarvøksturin galoppera leysan av vinnuligu megini, almenna sektorin ekspandera skilaleyst og í dag sita vit við einum búskapi, sum er og kemur at vera kroniskt á kollisiónskós við seg sjálvan.
 
Ein geykabúskapur. Danir vildu hetta, tað er skjalafast, hinvegin áttu vit ikki megina at standa upp í móti og valdu heldur laissez-faire hugburðin og løgdu ungarnar í reiðrið hjá dønum. Síðani hava vit verið heftir á hondum og fótum politiskt og búskaparliga. Danska kabalin gekk upp.
 
Liggjandi í lívd av donsku ríkisveitingini stendur og fellur okkara materiella vælferð við sveiggjunum í prísmekanismunum fyri fiskavørur á heimsmarknaðinum. Donsk vælvild og toskurin stjórna okkara vælferð. Ikki so lítið symptomatiskt at ársins virkið 2005 gjørdist Høvdavirkið í Leirvík.
 
Meðan landsstýrismaðurin í fíggjarmálum droymir um javnvág í búskapinum aftur um eini 2 ár, so eru ongi tekin í sól og mána um, at so verður. Allir parametrarnir peika bara ein veg. Ímóti kaos. Kappingarføri versnar. Teir sum stjórna vinnu- & fiskivinnupolitikkinum snorksova. Útflutningsvirðið dragnar ímeðan almenna fyristingin og ditto tænastur eksplodera. Harmoniin er farin úr ringrásini hjá pendulinum, hesaferð brestur tað í yvirgødda almenna bellin og verður tveitt útaftur í skeiva borðið. Kjølfestan er farin. Yvirísingin gjørdist ov tung í mun til barlastina. Vit eru á taparabreytini. Búskaparligi geykapolitikkurin hevur enn einaferð spælt fallitt. Tað fer hann sambært natúrlóg altíð at gera. Og at sita og tosa um visiónir 10 ár fram í tíðina og taka útgangsstøði í einum svikaligum tilfeingisbúskapi samanfatlaður við vælferðina í einum av heimsins mest framkomnu samfeløgum, Danmark, tað fer ósvitandi at ganga galið, aftur og aftur. Ríkisveitingin fer altíð at liggja sum ein buffari harímillum, og doyva heila, kropp og hug. At drena samfelagið og individið fyri framsøkn, sprelskni og hugin at leita sær út í globalu meldurvindarnar.
 
Ministeriini, ið serliga áttu at lynt undir í so máta, eru slóknaði. Fiskaríministarin tykiskt líða av onkrum slagi av politiskum kvababbilsi og vinnumálaráðharrin hevur slept øllum sum hevur við vinnu at gera upp á fjall og situr nú og vónar at oljan skal bjarga honum burturúr hansara sjálvskapta vacuum. Allir fuglarnir sita nú á takinum. Ímeðan visiónirnar snúgva seg súreplir, breyðpakkar og vatnkølarar.
 
Trupulleikin er, at hendan samgongan er eitt konglomerat við ongum øðrum máli enn valdinum sjálvum. Tá gerst politikkur vandamikil. Hendan kabalin hevði bara til endamáls at gera Jóannes Eidesgaard til løgmann, Edmund Joensen til løgtingsformann og síðani grýttu teir stýrisvølin upp í føvningin á Óla Breckmann. Bara flokkurin við greiðu málunum, við treytaleysa ýtinum, republikkini, var hildin uttanvert valdssferuna, so kundu teir spæla fólk í húsi soleingi tað bar til at tera uppá eginognina, sum var lagað upp í gróthúsið undir fullveldislandsstýrinum.
 
Hevði tú ikki vita betur hevði tú trúð størstu nútíðarlygnini, at ideologiirnar eru deyðar. Tað tykist, sum eru teir bræddir saman í hesi samgonguni, ein hevur valla hylling á longur, hvønn flokk samgongutingmenninir umboða táið teir einaferð hætta sær á tingsins røðarapall. Ein skurvblanding, sum situr við valdið, fyri valdsins sakir, og verjir status quo, tvs. fer eftir hæli búskaparliga. Beitingarmenn hjá donsku statsmaktini. Onki annað.
 
Politikkur er at virka fram ímóti málum. Hugsjónirnar eru jarnbrotið. Amboðið, sum kann førka tjóðina frameftir á øllum økjum. Í einum hjálandi er tjóðarfrælsið fremsta ýtið, ið virkað verður fram ímóti. Alt annað er eitt slag av andaligari degeneratión. Heftir tú hendan, søgunnar sterkasta mátt, saman við framtøkuni í vælferðarmálum, stendur ongin tær kurl. Tað gongur sjón fyri søgn í grannalagnum. Ísland var á ørmundarhúsi, teir skipaðu republikkina, frá at hava verið ígjøgnum væmingar og vaggandi gjálv í skipanartíðini eru teir nú í broddi fylkingar og kappast við teir fremstu. Taktiskir og strategiskir. Keypa seg til vertikalar búskaparskipanir í heimshøpi. Og ímeðan føroyski geykabúskapurin selur út av sínum einasta tilfeingi, keypir íslendski tikarabúskapurin upp, útraderar heilar bygdir á náttartíð, og áðrenn vit vita av tí hava teir lagt allan hin føroyska grundvøllin undir seg. Ímeðan vit steinsova. Megna ikki so frætt, sum at skipa okkum politiskt soleiðis, at ikki ogn Føroya Fólks verður rænd undan okkum av berari politiskari ómegd. Her má vend koma í, og hon skal koma skjótt, skula vit ikki forkoma tí sindrinum av búskapi, sum vit hóast alt hava megnað at fingið upp at staðið í ár so mong. 
 
Um vit sjálvi verða stolin, vit eru líka tolin, og siga bara skitt, lat gá yrkti Bóndin einaferð. Fremmandan kapital rópar ein í eystri. Globalisering rópar annar í vestri. Einskiljing kønkar onkur úr skýmaskotunum. Og ímeðan kapitalistisku gribbarnir hanga uppi yvir føroyskari fiskivinnu og vinnu annars, breiðir politiski naiviteturin seg við sjeymílafetum. Lobbyin í útlendsku bankacellunum í heimsøkn hevur jól og góðar dagar. Ein pinnamatur her, ein skíferð har og alt er í pottinum. Globalisering er onki gandaorð. Hon er eitt tvíeggjað svørð, sum ongin eigur at lata seg blenda av. Í mestan mun snýr tað seg bara um at kapitalurin og vinnugøgn heimsins verða miðsavnað á færri og færri hondum. Harfyri eiga vit ikki at óttast fremmandan kapital, men eittans at konvertera føroysk partabrøv til spekulatiónsfæ, steindeyðan kapital í lummunum á hugsjónarleysum arvingum, tað fremur ongan framburð. Her skal bindast um heilan fingur í dag heldur enn í morgin. Øll segl mega setast, fyri at natúrliga tilfeingið og føroysk fiskivinna verður verandi á føroyskum hondum. Tað skylda vit okkum sjálvum og serliga okkara eftirkomarum.
 
Ein føroysk sendinevnd var í Dublin nú um dagarnar. Partar av vinnunevndini, formaðurin undantikin, hann hjálpti Izar-samtakinum at gera Smyril liðnan, og uttanlandsnevndin vitjaðu politisku skipanina og undirvísingarverkið í Írlandi í nakrar dagar. Mikið áhugaverd ferð. Ein øgiligur íblástur. Sama íblástur hava vit fingið á øðrum ferðum, bæði á Isle of Man og í Íslandi, men tað tykist ikki sum hesin virkni blásturin røkkur inn um roðið á danska imperialistiska skinninum, ið liggur sum ein hind kring koloniina Føroyar. Tørvur er kanska ikki á tí. Hendan subreligiónin, turkatrúgvin, at danski blokkurin bjargar øllum í hvussu ferð, skalast ikki. Hon er koddin, sum tú ekkaleysur kanst leggja høvurið niður á hvørja ferð tú fert niður. Og búskaparliga vanvidið kann halda fram.
 
Í Írlandi hongur tjóðskaparstríðið, mentanin, politikkurin og búskapurin eisini saman. Har hava teir, sum so nógva staðni, tvær tíðarrokningar. Fyri og eftir Krist. Og fyri og eftir skipanina av Republikkini. Politiska byrjanin er endaliga uppgerðin við kolonialistarnar í London. Eamon de Valera, sum onkur helt fyri, ísakalda Strelnikov-typan, við designaðu stálbrillunum og romantiski byltingarmaðurin, hin írski Ché Guevara, Michael Collins, sum mátti týggja lív í øllum meldrinum, helst skotin av sínum egnu. Har stendur útgangsstøðið í politiska hugaheiminum hjá írum.
 
Í mong ár eitt tilafturskomið landbúnaðarland. Ímillum fátæku londini í Evropu. Nettofráflyting av fólki, av intelligensi og harvið fyritreytunum fyri framburði. Støðan ikki ólík okkara. Tilfeingisvinnan megnaði ikki einsamøll at menna samfelagið. Í mun til okkara høvdu teir ræðið á egnum viðurskiftum og saðlaðu um so bergmálini hoyrdust hvøll um allan tann siviliseraða heimin. Limaðu seg inn í Felagsmarknaðin. Løgdu partafelagsskattin á eitt serdeilis lukrativt støði, dubbaðu í útbúgvingini alt tað teir orkaðu, sáttaðust áhaldandi ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og statsmaktina um at verja kappingarføri og síðani fóru teir út á altjóðamarknaðinum eftir fremmandum kapitali til nýggju fyritreytirnar, ikki fyri at eggja teimum at keypa tilfeingið hjá írska fólkinum, landbúnaðin, men fyri at menna nýggjar vinnur. Og tað hevur eydnast í ólukkumát. Landið hevur í áravís átt størsta búskaparvøksturin í Evropu. Og tað gongur við rúkandi ferð. Fólkið fjølgast aftur, intelligensurin flytur heimaftur til nýggjar avbjóðingar. Fíggjarheimurin, KT-vinnan, fyri ikki at siga allur heimurin, hevur sett kikarasiktið á írska metropolin Dublin.
 
Keltiski tikarin fer spelandi eftir grasfløtunum. Ímeðan liggur føroyski geykaungin og svevur sín 600 ára gamla tornurósusvøvn í danska reiðrinum.
 
At kopiera írska modellið er ikki lætt, tað eiga vit kanska heldur ikki at gera, men vit eiga at læra av tí.
 
Í fyrsta lagi eiga vit at skipa føroyska statin, republikkina, soleiðis at allur avgerðarrættur liggur hjá føroyska fólkinum. Rætturin at virka á jøvnum fóti við øll heimsins lond, eisini búskaparliga. Síðani snýr tað seg í stórstan mun um, til eina og hvørja tíð, at virka fyri optimalu vælferðini hjá fólkinum. Tað er ikki vist at keltiska tikaramodellið og solidariska samfelagið standa í andsøgn, tað avger politiska skipanin í umfordeilingarlyklinum, alt eftir sum ideologiirnar eru skipaðar í dagsins valdi.
 
Vit tørva eina framstormandi vinnu, umframt tilfeingisvinnuna. Kanska kundu vit lækka partafelagsskattin niður á 10%, slept klassiska klassakampinum, sum tykist eitt sindur órationellur í løtuni, og roynt sátt ímillum fakfeløg, arbeiðsgevarar og føroyska statin, øllum til frama, satsað eirindaleyst á útbúgvingar, mentanar, – & granskingarøkið, bjóða heiminum teir mest lukrativu og mest stabilu karmar, ið finnast í heimi, og eg ivist onga løtu í, at kikarasiktið hjá kapitalinum hevði sporað seg inn á føroyska metropolin – Tórshavn. At hann hevði lynt undir nýggjar vinnur, sum ósvikaliga høvdu ment føroyska búskapin. M.a. við góðari hjálp frá føroysku intelligensiuni sum nú fjakkar kring um heimin, búgvin at taka land av nýggjum. Skuldu teir, sum tá koma at stjórna ríkinum Føroyar, komið til ta niðurstøðu, at fyrmunirnir vóru størri enn vansarnir, at lima seg inn í evropeiska felagsskapin, so er tað ikki víst, at tann royndin ikki eisini átti at verið gjørd. Heldur ikki tann spurningurin eigur at vera verandi ein subreligión sum tað pr. definitión ikki skal kunna verða tjakast um. Viva la Republica.
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

Harleyfacadeacryl