Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyski tjóðbúnin í søguligum og nútíðarligum høpi

Jóhann Lützen

Mikukvøldið 26.apríl  kl. 19.00 ferð Noomi í Dali at halda fyrilestur undir heitinum “Føroyski tjóðbúnin – ein livandi mentan”.

 

Fyrilesturin tekur støði í søguligum keldum, har sagt verður frá og víst við myndum, hvussu føroyski búnin hevur verið, í mun til tað, hann er í dag.

Samanborið verður við hvussu tjóðbúnar aðra staðni síggja út, og verða nýttir.

Víst verður á hvussu føroyski tjóðbúnin nú á døgum er broytiligur, samstundis sum tað gamla verður varðveitt.

Fyrilesturin er almennur og er á Húsarhaldsskúla Føroya

Øll eru hjartaliga vælkomin til fyrilesturin, sum er ókeypis, tó er neyðugt  at melda til á hsf@husarhaldsskulin.fo  áðrenn kl. 16.00 mikudagin.