Løgtingið fer í morgin at hava fyrstu viðgerð av einum uppskoti frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, um at rindast skal ikki meirvirðisgjald fyri sølu og umvælingar av føroyskum bátum.
Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Bjørn Kalsø, at árabáturin og seinni maskinbáturin var í øldir álitið hjá føroyingum, tá talan var um útróður, grindarakstur, at føra torv, skjútsa fólk, føra fæ og gera annað arbeiði, ið hevði samband við sjógvin.
”Men bátasmiðirnir fækka, og lærlingar verða ikki settir við. Hetta hevur havt ta avleiðing, at nýggir bátar verða sjáldan bygdir,” sigur løgtingsmaðurin.
Hava skyldu at verja mentanararvin
Føroyar hava atlimaskap í UNESCO, og tí hava vit skyldu at fylgja ST-sáttmálanum, sum áleggur okkum at verja okkara mentanararv. Millum annað hava vit bundið okkum til at verja aldargomul handverk, sum eru við at fara í søguna.
Bjørn Kalsø heldur, at føroyski báturin telist millum hesi handverk, og tí hevur hann lagt uppskotið fyri tingið.
Ein leystlig meting hjá Taks vísir, at um uppskotið verður samtykt, fer tað at kosta landskassanum umleið 80.000 til 100.000 krónur árliga í mistari inntøku.




