Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir útisetar gloyma ikki fótbóltin

Danial Viðoy

ÍF-Føroyar, sum er ítróttarfelag fyri útisetar í Keypmannahavn, er sera virkið. Hjá monnunum eru trý fótbóltslið, ið spæla dystir hvørt vikuskiftið og hjá kvinnunum er eitt fótbóltslið. Besta liðið tapti í gjár, ið meðan annað liðið við Sjúrði Petersen á odda gjørdi sína skyldu og vann útidystin 1-2.

ÍF-Føroyar, sum er ítróttarfelag fyri útisetar í Keypmannahavn, er sera virkið. Hjá monnunum eru trý fótbóltslið, ið spæla dystir hvørt vikuskiftið og hjá kvinnunum er eitt fótbóltslið. Besta liðið tapti í gjár, ið meðan annað liðið við Sjúrði Petersen á odda gjørdi sína skyldu og vann útidystin 1-2.

Føroyskur fótbóltur í Keypmannahavn: Hugurin hjá føroyskum útisetum at spæla fótbólt er stórur. Tað eru trý virkin manslið og eitt kvinnulið við føroyskum spælarum vitni um.

Fyri stuttum var eisini stovnað eitt føroyskt fótbóltsfelag í Aarhus. Har er eitt manslið og eitt kvinnulið. Í gjár flutti mansliði upp, eftir ein ruddiligan 5-1 sigur.

Nei føroyskir útisetar gloyma ikki fótbóltin eftir heima á klettunum, hugurin til bóltin fyrnast ikki burt, hóast bústaðurin verður skiftur út.

Undirritaði fylgdi øðrum liðið hjá ÍF-Føroyum í gjár. Føroyska liðið spældi á útivølli úti í Kastrup. ÍF-Føroyar vóru spælistýrandi í mest sum allan dystin, men tíðliga í seinna hálvleiki fekk liðið eitt skot fyri bógvin. Heimaliðið fekk eitt sera tunt brotsspark, ið varð umsett til mál.

Men føroyingarnir góvu ikki upp og hildu á at trýsta útiliðið. Tá ið restaðu á leið tjúgu minuttir tók Svenn Fuglø Jacobsen sakina í egnar hendur og avgjørdi dystin. Fyrst skorar skjýtur hann bóltin í málið úr langari fjarstøðu, eftir at málmaðurin var farin ein skógtúr. Og lítla løtu seinni skorar hann aftur til endaliga úrslitið 1-2, sum var ein uppiborin sigur.

Lagið var sjálvsagt gott aftaná dystin, tí MÍTTLAND bíðaðu leikarunum úr ÍF-Føroyum.

Annars er Christian Høgni Jacobsen venjari hjá fyrsta liðnum og Eyðun Mylná venjari hjá triðja liðnum. Hesir, umframt Sjúrður Petersen, eru gullverdir fyri føroyska felagið í Keypmannahavn.