Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskir venjarar sita ikki leingi

Jákup Ósá

Sámal Erik Hentze er nú tann venjarin í Effodeildini, ið hevur sitið longst í sessinum í sínum starvi.

Í gjár steðgaði samstarvið millum Víking og Jógvan Martin Olsen. Tá var hann venjarin, ið hevði sitið longst í Effodeildini. Hann byrjaði í 2009. Hyggja vit eftir venjarunum í dag í Effodeildini, so hava teir ikki sitið leingi í sessinum og summir eru ávegis úr sessinum. 7 av venjarunum eru byrjaðir í ár og ein annar, Mikkjal Thomassen, gevst eftir hetta kappingarárið. Síðani eru tað bara venjararnir hjá uppflytarunum, ið hava sitið meira enn eitt ár. Piotr Krakowski hevur sitið síðani í januar 2012 og Sámal Erik Hentze hevur sitið síðani august 2010. Eisini er merkisvert, at 9 av teimum 10 venjarunum eru føroyskir. Bara póllendingurin Poitr Krakowski, ið hevur búð í Føroyum í nógv ár, er umboðandi útlendingar.

Niðanfyri er listin yvir, hvussu leingi ymisku venjararnir sita:

August 2010: Sámal Erik Hentze

Januar 2012: Piotr Krakowski

Januar 2011: Mikkjal Thomassen

Januar 2013: Oddbjørn Joensen

                     Albert Ellefsen

                     Rúni Nolsøe

                     Hans Fróði Hansen

Juni 2013: Eyðun Klakstein

                 Heðin Askham

Juli 2013: Sigfríður Clementsen