Í vikuni høvdu vit mynd av venjaranum hjá Portugal, avmyndaður framman fyri føroyska merkinum, men nú hevur ósemja tikið seg upp hvør eigur flaggi
Vit skrivaðu at tað var okkara flagg, tvs. løgtingslimurin Jákup Mikkelsen, sum átti flaggi, men á Olivant.fo verður skrivað at nakrir havnamenn eiga flaggið.
Í morgun ringdu vit tí niður til Portugal og hittu løgtingsmannin á máli.
hann váttar fyri Norðlýsinum at Birgir Sondum og aðrir góðir menn úr høvuðsstaðnum eisini høgdu eitt flagg, men tað flaggi sum sást aftanfyri venjaran hjá Portugal í kvartfinaluni, var óivað flaggið hjá Bigga.
Gleða seg til finaluna
Jákup Mikkelsen, sum saman við familju er Peniche, einar 50 km norðanfyri Lisabon, sigur at nú gleða øll seg til finaluna.
– Tað er ein fantastiskur stemningur í løtuni í Portugal. Tað verður flaggað allastaðir og øll tosað sjálvandi um fótbólt. Øll tjóðin er gingin amok í fótbólti og hóast Portugal ongantíð áður hevur verið í finaluni, so merki ein á fólki at tað er ikki nóg mikið bert at koma í finaluna. Kravið er at Portugal vinnur finaluna.
Sera gott veður er í portugal men spurgdur um hvat føroyingarnir hava fingið at eta svarar Jákup Mikkelsen, at tað fyri tað mesta hevur verið Sardinir.
– Portugisar eta sera nógv Sardinur, og skal eg siga sum er so smakka tær framúr væl.
– Teir eta nógv grønt og vit skulu bara lata væl at matinum.
Tá vit tosaðu við Jákup Mikelsen var hann á veg til Stadion har Phil Collins skuldi hava konsert.
So vit mugu halda fast við at Flaggið er úr Klaksvík.




