– Tað er trupult at fáa fígging og vinnulívið hevur ilt við at skilja hví renturnar ikki fella nú tjóðbankarentan er fallandi og bankarnir eru tryggjaðir av tí almenna, sigur stjórin í Vinnuhúsinum Marita Rasmussen sum m.a. mælir føroyskum myndugleikum til at seta ein MVG skáa í verk
Stjórin í Vinnuhúsinum tekur undir við stjóranum í Dansk Bygg, sum í fjølmiðlunum langaði út eftir bankunum fyri at hava stramma hondbremsurnar alt ov nógv.
– Tá kreppan tók seg upp merktu vit beinan vegin at bankarnir broyttu útlánspolitikkin. Serliga trupult gjørdist tað í desembermánaða í fjør og í januar í ár, tá bankarnir við fullari styrki hálaðu í hondbremsurnar.
– Vinnuhúsið hevur dagliga samband við virkir og fyritøkur kring um í landinum og tað er greitt at tað eru fyritøkur, sum hava trupult við at fáa fígging og serliga gjørdi hetta seg galdandi við endanum av 2008 og við ársbyrjan 2009. Tó skal eisini undirstrikast at tað eru eisini virkir sum fáa fígging til verkætlanir og umvælingar. Í marsmánaða tyktist sum um støðan batnaði og hon er ikki so fæst last longur.
– Tað er greitt at tað hevur verið ein stór misnøgd í vinnuni við bankarnar og misnøgdin er framvegis. Hetta serliga tí at staturin er komin við tveimum bankapakkum og hóast hetta er tað framvegis trupult hjá vinnulívinum at fáa fígging.
– Hinvegin mugu vit eisini minnast til at eftirspurningurin hjá vinnuni er fallin nógv – og tí er likviditetur ein stór avbjóðing.
– Seinasta hálva árið hevur vinnan trimma seg munandi til tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Bankarnir hinvegin vísa á at tað er dýrt at luttaka í bankapakkunum, men tað er eingin ivi um at tað í løtuni er ein útbreidd misnøgd við bankarnar millum vinnulívsfólk.
Saknar fleiri politisk átøk
Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur at í Føroyum eru politisk átøk sett í verk, m.a. er bjálvingarstuðulin munandi hækkaður og peningur er settur av til umvælingar av almennum bygningum.
– Men eg kundi hugsað mær at føroysku myndugleikarnir framdu nøkur meira ítøkilig átøk, sum kundu givið ein skoða her og nú.
– Í Danmark hava vinnufyritøkur fingið ein gjaldskáa fyri MVG og tað hevði gjørt sera góðan mun nú vinnan hevur verið ígjøgnum eina harða uppbremsing. Hetta hevði havt stóran týding fyri innlendisvinnuna í Føroyum og landskassin hevði ikki mist peningin, tí hann skal jú gjaldast álíkavæl.




