Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysku ítróttarfeløgini trekt tennirnar úr ítróttardómstólinum

John William Joensen

Á eykaaðalfundi hjá ÍSF leygardagin samtyktu føroysku ítróttarfeløgini at broyta viðtøkurnar fyri ítróttardómstólin hjá ÍSF

Í samband við at nýggju lógirnar hjá FSF vóru samtyktar á eykaaðalfundi í ÍSF leygardagin, var eisini broyting gjørd í viðtøkunum fyri ítróttardómstólin, eftir tilmæli frá stjørnini í ÍSF’s. 



Broyting í evstu lóg 

Sersambondini viðgjørdu fyrst málið í stjørnuni hjá ÍSF og síðani var uppskotið lagt fyri aðalfundin har limafeløgini í ÍSF staðfestu broytingina í evstu lóg. 



Sambart nýggju samtyktunum stykki trí í grein 16 nú orða soleiðis: 



“Ítróttardómstólurin kann ikki viðgera mál hjá sersambondum sum greitt hava tilskilað í viðtøkum sínum at ovasti kærumydugleiki liggur hjá stovnum innan viðkomandi sersamband.” 



Við øðrum orðum, so fer tað ongantíð aftur at bera til hjá fótbótlsfeløgum at fara forbí dómsnevndina hjá FSF. 



Men heldur ikki i øðrum sersambondum fer tað at vera gjørligt at leggja innanhýsis ósemjur fyri Ítróttardómstólini um viðtøkurnar hjá viðkomandi sersambandi ikki loyva tí.



HB málið ein minnisvarði 

Tískil er tað nú greitt at HB málið verður ein minnisvarði í føroyskari ítróttarsøgu.



HB verður einasta felag í føroysku fótbóltsøguni sum við ítróttardómstólinum hevur fingið avgerð broytta sum evsta vald í føroyskum fótbólti hevur samtykt.