Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysku tjóðarvallirnir í vánaligum standi

John William Joensen

Leygardagin skal føroyska fótbóltslandsliðið dystast á Svangaskarði ímóti Ukreina.

Váta veðrið í vetur og frostið seinastu dagarnar ger at eingin gróður er í løtuni.
Hetta ger at umstøðurnar at leika landsdyst í Føroyum eru alt annað enn góðar.
– Vit meta ikki at tað verður nakar trupuleiki hóast vallirnir ikki eru væl fyri hesa tíðina á árinum, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandinum, Ísak Mikladal.
– Uttanlanda síggja vit ofta vánaligar vallir hesa tíðina á árinum men tað er klárt at tað fer sera illa við vøllunum at spælt verður á teimum nú eingin gróður er.

Ísak Mikladal metir at neyðugt verður at fáa kunstgræs á tjóðarvallirnar, tí nú er loyvt at spæla altjóða dystir á kunstgræsið.

Í løtuni stendur Tórsvøllur undir í vatni og kavi er á Svangaskarði, men veðurmennirnir spáa at kavin verður burtur til vikuskiftið.