Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroysku træseglskipini eru ein fantastisk sjón

John William Joensen

– Íslendingar misunna okkum føroysku sluppirnar – sigur Hans Eli Hansen, sum samskipaði stóru vitjanina.

Í ár vitjaðu Johanna TG 326, Westward Ho, Fram og Annika.
Dragin var samskipari og harafturat vitjaði 10 mannafarið Sjóvarmoy av Toftum.

Hans Eli Hansen, sigur at baði manningar og fyriskiparar vóru seravæl nøgdir við sjómannadagin.

– Vit møttust á Pollinum kl. 9 og silgdu tvørtur um Kalsoyarfjørð. Eitt fitt lot var og okkurt av skipunum kom uppá fimm míla ferð. 

– Komnir yvir móti Kalsoynni varð vent og silgt aftur á Pollin og síðani fylgdust øll skipini inn á Vánna og løgdu at bryggju á Stongunum til kaffiborðhaldið. 

– Meðan lagt var at bryggju á Stongunum, kom áttamannafarið "Avlopið" sum er gamal bátur úr Kunoy – rógvandi fram við bryggjuni.
 
– Manningin var ílætin kot, knæbuksur og húðaskógvar – og tað var ein føgur sjón – tá teir sungu sálmasong – eins og vanligt var tá bátar komu og fóru til útrógvar.

– Vit høvdu lagt skránna soleiðis at manningarnar upplivdu alt sum var av kappingum og øðrum á bryggjuni og um kvøldið skipaðu vit fyri einari hugnaløtu uppi í Sjómannsskúlanum. 

– Har fingu øll, sum komu við skipunum súpan og høvdu vit eina stak hugnaliga løtu við sangi og harmonikutónleiki. 

– Samanumtikið var talan um ein sera væl eydnaðan dag – sum allir skipsmennirnir vóru sera glaðir fyri. 

– Føroya Sjómannadagur er eitt framúr gott tiltak og tað er ótrúligt at tað skal bera til at lyfta eitt slíkt tiltak – sum er ókeypis fyri tey vitjandi. 

– Tí skal ein tøkk eisini ljóða frá okkum til tey sum, sponsorera tiltakið.

Stovnað landsfelag
Hans Eli Hansen sigur at í løtuni verður arbeitt við at seta eitt landsfelag fyri føroysk træseglskip á stovn. 

– Føroysku træseglskipini eru ein sólskinsøga og tá eg tosið við íslendingar eru teir sera misunniligir. 

– Eingin slupp er eftir í Íslandi og var tað ikki fyri eldsálum í Vági, Tórshavn og aðrastaðni – so høvdu vit als ongi træseglskip eftir í Føroyum.

– Men tað er sera tungt at halda skipini viðlíka og tí verður arbeitt við at fáa eitt landsfelag á stovn – sum kann arbeiða við at fáa myndugleikarnar meira beinleiðis inn í myndina.

– Eitt uppskot var lagt fyri tingið beint áðrenn løgtingsval varð útskrivða og tí fall tað burtur. 

– Skullu vit framvegis megna at varðveita hendan partin av søgu okkara – so er neyðugt at skapa røttu karmarnar, sigur Hans Eli Hansen, sum vegna Dragan var samskipari av fantstisku upplivingini tá stór og smærri træseglskip vitjaðu á Klaksvík.