Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Føroyskur fiskur í hjartanum á ES

Jóhann Lützen

Í hesum døgum, 7.-9. mai, verður heimsins størsta fiskavøruráðstevna hildin í høvuðsstaðnum í Belgia og høvuðsborgini hjá ES, Bruxelles.

Talan er um Seafood Expo Global, ið hevur umleið 26.000 luttakarar úr 140 ymiskum londum. Millum hesar teljast teir fremstu í føroyskari fiski- og alivinnu, eins og Norðlýsið verður á staðnum.

Fyritøkur sum Bakkafrost, JFK og Christian í Grótinum eru við, tá heimsins størsta “seafood expo” verður í Bruxelles. Messan er fyriskipað av Diversified Communications, ið hevur sum aðalendamál at knýta sambond millum handilspartnarar, ikki einans innanfyri fiskavørur, men eisini sjóvinnu annars, aðrar matvørur, eins og heilsutænastur og handilsvinnu.

Føroyskur fiskur er longu í heimsflokki, men skulu vit varðveita tað, er neyðugt alla tíðina at vera við millum heimsins førandi innan sjóvinnu, og tað gerst ikki størri enn ein messa sum hendan í Bruxelles. Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at tær størstu og fremstu føroysku fyritøkurnar luttaka – fyri at viðlíkahalda, endurnýggja og knýta nýggj sambond til altjóða samstarvspartnarar kring knøttin.

Onki er at taka seg aftur í, at tað fyrst og fremst eru fyritøkur í Norðoyggjum og Eysturoy, sum mynda Føroyar úteftir á fiski- og alivinnuøkinum, og tískil hevur Norðlýsið eisini valt at hava fólk á staðnum.

Á heimasíðuni https://www.seafoodexpo.com/global/ ber til at lesa meira um stóru messuna.