Evnaríki U21 landsliðsleikarin Gunnar Zachariassen andaðist í nátt í arbeiðsvanlukku.
Føroyskur fótbóltur hevur mist ein av sínum mest lovandi spælarum. 22 ára gamli maðurin, sum í nátt doyði av vanlukku undir landing við Vestaru Bryggju í Havn, var Gunnar Zachariassen, kendur sum ein av góðu leikarunum á besta liðnum hjá EB/Streymi og á U21-landsliðnum.
– Fótbóltur kennist meiningsleysur í dag – eg kann ikki annað enn staðfesta, av vit og føroyskur fótbóltur hevur mist ein av sínum gávuríkastu leikarum. Tekniskt var Gunnar besti maður á liðnum hjá okkum. Hann var avgjørt ein framtíðarinnar maður fyri føroyskan fótbólt.
Soleiðis sigur Rúni Nolsøe, venjari hjá besta liðnum hjá EB/Streymi við portal.fo
Boðini um vanlukkuna í nátt kom sum ein skelkur í fótbóltsfelagnum í Sundalagnum.
– Vit eru skelkað og syrgja missin av einum góðum felaga og einum lovandi spælara. Tað er ikki bara EB/Streymur, sum hevur mist ein lovandi leikara í dag. Føroyskur fótbóltur hevur mist nógv. Men fyrst av øllum leita tankar okkara til tey nærmastu, sum hava verið fyri einum missi, ið kennist so meiningsleysur, sigur Signar í Homrum, formaður í EB/Streymi.
Fjórseinasta umfar í Effo-deildini skal spælast í vikuskiftinum, men tað verður nú uttan luttøku av EB/Streymi, sum skuldi møta NSÍ
– Nei, Effo-liðið hjá okkum spælir ikki í vikuskiftinum. Tað er eisini avgjørt, at ongir dystir verða spældir við Margáir hetta vikuskifti. Enn vita vit ikki hvussu tað verður við liðunum hjá okkum, sum hava útidyst, sigur Signar í Homrum.
Gunnar Zachariassen varð mest brúktur sum álopssinnaður miðvallaleikari á liðinum hjá EB/Streymi. Á U21-landsliðinum hevur hann mest spælt sum áleypari.
– Gunnar var ein góður maður fyri okkara lið, skjótur og kvikur og góður at arbeiða við sum venjari. Eg haldi avgjørt, at hann í ár hevur verið ein av okkara allar bestu leikarum, sigur Rúni Nolsøe.
Gunnar Zachariassen hevur síni ungdómsár spælt fótbólt í Danmark, og spældi eitt skifti í danska stórfelagnum Brøndby IF. Hann flutti til Føroya í 2012 har hann spældi fyrst við B36 og síðan við EB/Streymi. Hann er skrásettur fyri 14 U21 landsdystir og 4 mál, skrivar portal.fo.




