Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyskur ítrottur í Danmark fær ein stinnan viðspælara

Danial Viðoy

BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava skrivað undir trý-ára samstarvsavtalu, har samtakið verður høvuðsstuðul hjá felagnum. BankNordik-samtakið verður sostatt við til at tryggja góðu gongdina, sum føroyskir útisetar hava havt seinastu árini.

MYND: F.v. Lív Sørensen, marknaðarsamskipari í BankNordik, Ólavur S. í Ólavsstovu. formaður í ÍF Føroyum fótbólti og Djóni Højgaard, formaður í ÍF Føroyum hondbólti.

Tíðindaskriv – Bank Nordik: BankNordik-samtakið og ÍF Føroyar hava skrivað undir trý-ára samstarvsavtalu, har samtakið verður høvuðsstuðul hjá felagnum. BankNordik-samtakið verður sostatt við til at tryggja góðu gongdina, sum føroyskir útisetar hava havt seinastu árini, og verður sostatt ein sjónligur partur av tí føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn. ÍF Føroyar verður rikið av eldhugaðum ungum føroyingum, og hevur stóran týdning fyri samanhaldið hjá útisetum í Keypmannahavn.

1. mansliðið hjá hondbóltinum kláraði seg sera væl síðsta kappingarár, og skulu tí spæla í 2. division í donsku kappingini í ár. Hetta er eitt sera flott avrik, og óivað besta avrikið hjá føroyskum ítrotti í Danmark nakrantíð. Fótbólturin hevur eisini klárað seg væl, og fáa alsamt fleiri limir hvørt ár, sum m.a. er eitt avrit av vælskipaðum rakstri. ÍF Føroyar hevur eisini týdning fyri ítrottin í Føroyum tað er týdningarmikið, at føroyskir leikarar, ið skulu niður at lesa, halda fast í venjingini undir útlegd, soleiðis at teir halda ítrottarliga støðið.

Formennirnir í felagnum, Ólavur S. í Ólavsstovu fyri fótbóltin og Djóni Højgaard fyri hondbóltin, fegnast um, at føroyskur ítrottur í Danmark við hesum fær ein stinnan viðspælara, sum er sjónligur í øllum ríkinum. Virðir bankans dugnasemi, eldhugi og framsøkni, eru virðir, vit somuleiðis ynskja at umboða í okkara virksemi, soleiðis at okkara spælarar kunnu nýta síni evnir og møguleikar til fulnar hetta bæði á og uttanfyri vøllin.

Í BankNordik-samtakinum eru vit fegin um nýggja samstarvið. Føroyskur ítrottur hevur stóran týdning fyri útisetar í Keypmannahavn. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini av føroyskum ítrotti í Keypannahavn. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum hondbólti og fótbólti í Keypmannahavn enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar. Henda avtala er partur av eini størri ætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Keypmannahavn.