hetta staðfestir Starvsnevndin í brævið til B68 tann 29. september í ár
Tann 20. september skulu B68 og Víkingur spæla dyst á Toftum men tveir dagar undan dystinum gerð Aganevnd FSF’s eina niðurstøðu í einum fimmvikur gomlum málið at áleyparin – hjá B68 "Kaita" skal leikbannast.
Toftamenn standa púra spyrjandi í málinum og venda sær til FSF. Tveir tímar undan dystinum hendan sunnudagin á Svangaskarði ringir forsetin í FSF, Høgni í Stórustovu til formannin í B68 og boðar frá at hann hevur biði Aganevndina viðgerða málið av nýggjum og tí hevur B68 loyvi til at brúka áleyparan í dystinum móti Víkingi.
B68 tapir dystin – men málið endar aftur í starvsnevndini hjá FSF sum gerð greitt at forsetin í fsf er farin út um sínar heimildir.
Í brævið til Tofta Ítróttarfelag tann 29. september skrivar starvsnevndin soleiðis.
Starvsnevndin hevur um vikuskiftið viðgjrøt støðuna sum kom í, eftir at niðurstøðan hjá Aganevndini varð kunngjørd í nevda kærumálið……..stendur tað eftir, at Aganevndin tók avgerð í málinum, og Starvsnevndin tekur avgerðina hjá Aganevndini til eftirtektar.
Út frá hesum kann FSF staðfesta, at leikari nr. 18 (Keita) í omanfyri nevnda dysti, formelt sæl leikti ólógliga við B68…….hin 20. september 2009………
….Fótbóltssambandið kann av góðum grundum ikki taka stig til víðari revsing av leikaranum ella av felag tykkara, fyri at hava brúkt leikara við leikbanni, av teirri orðsøk at felag tykkara og leikari hava verið í góðari trúgv orsaka av leikluti forseta FSF’s í málinum……. tað niðurstøðu, at leikbanni hjá leikaranum er at rokna sum yvirsiti og ger tí ikki meira við málið……




