Lossingarmenn í Havn, E. V. Joensen. Fróðskaparfelag Føroya 2003
Fylking, J. Dalsgaard. Forlagið Framhald 1997, 2 útgáva.
.og meðan list, bókmentir og fróðskapur blómaðu, so tey nú nærkast altjóða støði, bløddi mong lítil tjóð
.Hanus Kamban: Sosialurin 4 10-2003.
Tað er galdandi í søguvísindum eins og í øllum øðrum vísindum, at skal hon vera borðbær, noyðist høvundurin at duga at distansera seg sjálvan frá evninum, hann skrivar um. Høvundurin innsavnar, skipar og integrerar eina prosess, sum verður til vísindi.
Fróðskaparsetur Føroya hevur havt ein søguligan møguleika at byggja upp eina vísindaliga traditión við arbeiðunum hjá H.J. Debes, professara. Men enn einaferð søkkur Setrið longur niður í gloymskunnar dýpi. Nú er slatur, sleyg, tvætl og inkongruensur vorðið søga.
E.V. Joensen skilur ikki, at tað ikki ber til at fara í verkfall í einum sáttmálaskeiði, tá ið hann nevnir at Havnar Arbeiðsmannafelag ikki fór í verkfall um yvirtíðararbeiði. Hetta er ov vánaligt og ber ikki brá av tí vitan, sum krevst á einum veruligum Ph.d stigi. Hetta líkist nivellering, einum Ph.d. light, ella onkrum sum ber til í undirheiminum.
Í byrjanini í Lossingarmonnum nevnir hann, hvørji sjónarmið H.J. Debes og J.P. Joensen hava, men tey vera ikki diskuterað. Tá er tað ikki vísindi. Tað líkist ongum, at maðurin onga meining ella líkinda tesu hevur sjálvur.
Málsliga er eisini heilt galið. Hann skrivar eitt slag av barnamáli, sum sjálvt barnaløtan ikki nýtir. Sambært heimild var trukkurin nevndur tunnulyftari. Tann fyrsti trukkurin var leingi einsamallur (s. 69). Ella tætta og inniliga lívið hvarv við kaikantin (s. 76). Hvat er hetta fyri nakað? Hvussu kann Fróðskaparfelagið geva slíkt út, tá tað er so út av lagi vánaligt. Hann er heldur ikki førur fyri at seta neyv árstøl á nakað.
Orsøkin til kronologiina er, at klutur ikki skal koma í hendingar, tískil nýtir man árstøl, dateringar. Men tað ber ikki til at skriva onkuntíð í tríatiárunum, tá talan er um 1930. Við øðrum orðum eingin disciplinur, sum øll seriøs gransking altíð byggir á. Hurð til hurð málspillan er nakað væl yngri enn 1980, teksturin hevur staðið á bilunum hjá Safari Transport í nøkur ár.
Um søgumaður skal arbeiða í álvara, skal hann arbeiða systematiskt við uppsøkjandi arbeiði. Her er bert vrevl, møsn og gitingar allan samlan vegin ígjøgnum. Tvætlisangurin Kalli Katt hjá Kára P. verður settur í samband við lossing í Havn. Hetta er ein sangur, Kári skrivaði í spølni. Ein stórur kassi datt, hevur einki søguvísindaligt virði og ongan søguligan legitimitet. Alt samalt ein endaleysur monologur uttan stíl. Umframt doktarapanelið hevur Rolf Guttesen, Føroyavinur, róst hesi bók, men hann hevði tíanverri bert lisið til síðu 16. Helst tí at perceptivu evnini eru slóknað á hesum sera lága mentala støði.
Um evnið Lossing bleiv viðgjørt í søguligum høpi, kundi tað verið sum eitt Case study. Eitt Case merkir, at deskriptivt kundi man kannað lossing í Havn, Runavík, Klaksvík, Vági, Tvøroyri, Vestmanna, Sørvági osfr. T.d. í søguligum høpi Skipafelagsruturnar og ruturnar hjá Traderline, so høvdu vísindi komið burturúr. Áður enn farið var til New York. Men so skuldi sjálv lossingin verið viðgjørd til lítar. Tøkniliga. Tað verður hon ikki. Heldur ikki teoretiskt isolativt. Her strandar alt á pakkhúsinum hjá Skipafelagnum, og tað hevur óivað verið traumatiskt hjá lítla Erlandi, at abbin arbeiddi har. Helst tí mamman vildi hava hann til at vera nakað annað. Ein rúgva av slatri, sum helst kemur frá mammuni, verður til søgu, sjálvt um tað minnir meira um Se & Hør. Hetta er alt for langt úti. Ófyndugt og illa fyriskipað. Manchester er ikki havnabýur. Uppgávan hjá einum granskara er júst at seta seg sjálvan oman- ella niðanfyri og lata vera við at lata seg stýra av fordómum. Um hetta juksið ikki fær fylgjur, kann Fróðskaparsetrið broyta navn til Fordómssetrið. Ph.d ritgerðin hjá Kirsten Brix um Bábilstornið hjá Regini í Líð nevndi eisini teoretiskar søguligar spurningar, men Kirsten Brix var væl fyri á hesum øki. Hon er ikki søgufrøðingur. Eftir stendur, at Ph.d ritgerð hennara helst er tann einasta á Debesartrøð, sum er á hugvísindaligum støði.
Hvat vilja vit við søgufrøðini?
Tað sum søgu- og samfelagsfrøði er ætlað til, er at granska á høgum stigi. At finna vísindaligar hættir og at skapa vísindaliga traditión. Í Føroyum eru teir góðu menn í holt við at fortelja skrønur, mytur, skrøgg og tað, sum verri er. Tað er sera óvísindaligt at nýta eyknevni í nøkrum, sum skal eitast at líkjast søgu. Etikettin skal vera rein. Heldur hetta óskil fram, missa vit okkum sjálvi burtur. Kanska noyðast vit at senda boð eftir einum andamanara, fyri at fáa alt hetta juksið niður í aftur jørðina.
Tað er ov vánaligt, at eitt søguvísindaligt institutt ikki klárar at upparbeiða eina vísindaliga traditión. Tann stundin er komin, at vit kanna, hvat skattgjaldarin fær fyri peningin, ið sendur verður út á Debesartrøð. No cure no pay.
Fylking sett í relief.
Lykilin til hetta vánaverk er bókin Fylking hjá Jóannesi Dalsgaard, útgivin fyrstu ferð í 1996. Stílurin í Lossingarmonnum er ein tillagan av innihaldi og stíli hjá Jóannesi Dalsgaard. Munurin er, at Jóannes dugir føroyskt. (Fyrr var illa). Men hvørgin bókin er søguvísindalig. Jóannes Dalsgaard hálovar sínum privatu høvdingum, og E.V. Joensen hálovar abbanum í pakkhúsinum. Hetta er ikki vísindi. Hetta er bara pínligt. Hann skilur heldur ikki sosialu kontraktina, sum altíð er galdandi. Tvøroyri verður ein býur, men Havnin er ein bygd. Hetta er negatiónin. Tað øvugta av tí, tað gevur seg út fyri at vera.
Fylking er festrit..
Festrit til frama fyri Enigheden á Tvøroyri. Fylking byggir á pástandin um at stættarstríð í Føroyum byrjaði á Tvøroyri, og at hetta var so øgiliga spennandi. Tað er eyðvitað spennandi at kanna søgulig viðurskifti á Tvøroyri, men sum case-komparativ kunnu í føroyskum samanhangi bert Tvøroyri og Klaksvík nýtast. Havnin og Klaksvík eru háborginar hjá sjálvstýrisrørsluni, og hetta hongur møguliga neyvt saman við, at Havnar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag ikki eru limir í Føroya Arbeiðarafelag. Hví fylgja HA og KA ikki somu dagsskrá sum Føroya Arbeiðarafelag? Hvussu eru búskaparligu viðurskiftini í Klaksvík í mun til ditto á Tvøroyri? So var talan um vísindaligar møguleikar. Liva hesir Ph.d -persónar eitt annað lív, sum er við síðuna av heiminum í dag?
Tað er á teoretiskum plani, slík viðurskifti skulu kannast, og faktuelt eigur slatur ongantíð at vera grundin undir søgufrøði. Flestu fólk minnast selektivt. Men tá er ikki talan um vísindaliga próvførslu. Søguvísindi byggja á skrivligar keldur og integreraða vitan. Tað er uppgávan hjá søgumanninum at halda linjuna reina. Oral history krevur intelligens, sum vit minnast frá samrøðunum hjá N. J. Arge. Men sjálvt hetta grundarlagið er út av lagi vánaligt. Ein sovorðin fýrur sum Erland Viberg Joensen kann vera beinleiðis orsøkin til, at fólk ongantíð aftur tora at tosa við nakran søgufrøðing. Metodiskt byggir hann uppá verifikatión av egnum fordómum. Hann er so mikið genialur, at tann eini informanturin verður útskeldaður, tí hann ikki vil siga tað, sum EVJ vil hava hann at siga.
Hví hetta, sum nú fer fram, er endað so galið, er sjálvsagt tí, at sjálvforherligilsi er betri enn kritikkur. Summi fólk dyrka seg sjálvi, heldur enn fakið. Summi halda seg vera meira enn onnur. Tey framleiða eina almenna mynd av sær sjálvum sum miskend geni. Her hava vit eitt, sum ikki eingang klárar at reflektera sín egna tekst. Ein sannur søgufrøðingur arbeiðir altíð kritiskt.
Fróðskaparsetur Føroya hevur leingi havt ein vísindaligan trupulleika í innanhýsis høpi. Hetta er vorðið ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið. Skipafelagið Føroyar og Havnar Arbeiðsmannafelag blíva eisini útspilt fyri teirra egnu pengar.
Fróðarskipanin er ein sosial skipan.
Tað sum liggur aftanfyri er, at spælið vísindi, hevur gingið so leingi fyri seg, at Fróðskaparsetrið í løtuni koyrir sum danir siga på frihjul. Tað er einki sum tekur í. Tá ið tað ikki er vísindi, verður tað automatiskt til eina sosiala skipan.
Tá hava vit heldur einki ambitiónsniveau, og bøkur blíva útgivnar tí at eingin lesur tað alíkavæl. Tað er greitt, at onkur er í holt við at seta við, soleiðis at onki hundans skil verður á føroyskari søguskriving. Um almenn søguvísindi ikki eru borðbær og bert á kognitivum støði, fer hetta í nógv ár framyvir at virka sum konstruktivur interferensur.
Landskassafíggjað gransking eigur altíð at gagna landinum. Hon eigur heldur ikki at vera tilvildarlig, hetta sum nú hendir, er verri enn einki.
Fortíðin kemur ikki av sær sjálvari.
Franski strukturalisturin Michel Foucault skrivar í Histoire de la Folie (býttleikans søgu p. 38), at kunnleiki verður til svakligheit við uppsavning av falskari læru. O vos doctores, qui grandis nomina fertis respicite antiquos patris juridsque peritos. Tit lærdu menn við stórum nøvnum, hyggið afturum eftir forfedrunum, ið lógirnar kendu. Málið, orðini hava niður í minstu parametur týdning fyri tað, sum lógir og skipanir siga.
Í søgufrøðini hevur keldukritikkurin og handfaringin av keldum avgerandi týdning fyri endaligu eftirmetingina av tí ambitiónsniveau, søgufrøðingurin liggur á. Sett í kategoriskan týdning stendur illa til hjá Jóannesi Dalsgaard í bókini Fylking. Tað mesta líkist avskrivaðum gerðabókum. Tað sæst á orðavalinum. Skrivað av í hasti. Orð sum eittnú, sostatt og nú tykist tað eru málandi afturvendandi dømi. Petur Mohr Dam kom at kenna sosialt órættvísi, tí hann misti pápan sum átta ára gamal. Tað er primitivt-tendensiøst, ein sosial fungerandi skipan er í øllum samfeløgum.
Eisini tí sum P.M. Dam búleikaðist í. Verri er, at øll skulu fáast til at taka synd í akkurát honum, tí hann var faðirloysingur. Hevði Dalsgaard givið tað út sum keldusavn var í lagi, men at kalla tað Ph.d -ritgerð, slóðar fyri einari døkkari leið.
Hetta er patetiskt, og standmyndin í skúlanum kundi tað sama staðið í Pyong-Yang í Norður-Korea. Ein reiðari ella keypmaður hevur eina sosiala funktión, eina sosiala ábyrgd, sum ikki kann tigast burtur. Eisini eitt sosialt meðvit. Tað er soleiðis, søga kann gerast til vísindi. Tað sum stendur í Fylking, er bert skrivaríir. Har eru eingi argument, eingin kelduviðgerð. Ein Ph.d -ritgerð eigur at hava nøkur høvuðspunkt. Her er einki sum helst, ikki eingang vekting.
Hvussu H.J. Debes er drigin upp á tráð í hesum, skilji eg ikki. Men tað er heilt galið at slíkt verður eftirmett sum vísindaligt, tá ið tað ikki er annað enn eitt festrit.
Tá hava vit kanska fingið um toppin á einum ísfjalli, sum er í ferð við at kálva.
At lata seg útrópa til geni av háborg de la folie er idioti.
Nøkur dømi um inkongruens og høpisleysar setningar í Lossingarmonnum.
(Mínar viðmerkingar eru í klombrum).
s. 12:Soleiðis hevur verið í flestøllum havnarbýum og er sostatt ikki serstakt fyri Kaina í Havn. Men Kain í Havn er serstøk, av tí at hon er ein pallur við egnum lossingarmonnum sum serstøkum søguligum leikarum.
Hinvegin eigur at verða spurt, um tað ber til at brúka almenn vísindahugtøk, sum kunnu setast inn í eitt trongt søguligt høpi, sum Kaiin í Havn í roynd og veru er. Svarið er, at tað eru eyðkenni hjá Lossingarmonnum úti í heimi, sum ganga aftur hjá Lossingarmonnunum í Havn.???
s. 13: Tey hugtøk ið skulu lýsa og viðgera lossingarmenninar eru, um tað ber til at skilja Kaiina sum eitt yrkissamfelag
(Inkongruens.)
Men samfelagssøguliga hevur Havnin serstøðu…
Havnin hevur fylgt føroysku søgumenningini frá bóndasamfelag til fiskivinnu- og ídnaðarsamfelag
. (Tvætlisetningur).
Havnin
virkar
á sama hátt, sum ein og hvør miðdepil í einum og hvørjum samfelag. (Tvætl)
Tórshavnar Havn hevur eisini sína søgugongd. (Tvætl)
Hesa mynd gevur Tórshavnar Havn av sær sjálvari.
s. 15: Úti í Gomlu Havnini standa pakkhús frá einahandilstíðini og somuleiðis Vippan, ein leivd av heysikrana, sum eftir førimuni er sett upp í upprunalíki.
Hetta er tí ikki ein vanlig rannsóknarstøða at vera í og skal tí ikki takast sum umbering, men heldur sum eina avbjóðing. (Inkongruens.)
s .16: Lossingarmenn í Havn..eru við til at mynda arbeiðarastættina í Havn. (Tvætl.)
Orðingin
.er annars sjálvt aðalmálið hjá sosialsøguni, sum sær seg føra fyri at lofta tigandi menniskjum í søguni og síðani at seta tey inn í eina kjarnu. (Tvætlisetningur).
s.17: tey flestu hava trunkað seg saman inni í miðalstættini. (Skal vera:miðstættini- annars tvætlisetningur)
hava ikki longur nakra arbeiðarastætt (Danskt)
Tá ið hugtakið ikki er frammi í tíðini, so má tó vísast á
. (Møsn.)
s.19 :Stættir verða ofta knýttar at Karl Marx.
.í tí bretska ídnaðarsamfelagnum.
Um samf. stættir er annars at siga, at tær ikki vóru til, tá ið tey tøkniligu undrini, maskinurnar, vórðu tiknar í nýtslu. (Møsn).
s.20:tey
.., sum ikki høvdu atgongd til jørð
.
So staðfestast má, at stættin eisini var har. (Danskt)
Verður aftur hugt at stættastríðnum, so er merkingin av hesum stríði blotnað: (Tvætlisetn.)
s. 21 Tvøroyri hevur serlig stættaviðurskifti.
s.24: Av tí at tað er tíðin eftir skiftið frá landbúnaði til fiskivinnu, ið skal lýsast og viðgerast, so eigur hetta skiftið kortini at fáa innivist.
Fólk gjørdust ikki av sær sjálvum fiskafólk.
Henda samfelagsbroyting er at skilja sum eina glíðandi gongd, og fólk hava langt eftir hetta samfelagsskiftið staðið í gleivstøðu millum tað gamla samfelagið og nútímanssamfelagið og standa eisini í ymsum førum í somu støðu beint nú.
s. 31: Lossingarmenn ..eru teir einastu, sum hava lykilin til Kaiina í Havn.
s. 33: ..nær Havnin fekk skap sum eitt veruligt búpláss, veit eingin við vissu. (danskur grønlendskur kolonistílur)
s. 34:Bóndasamfelagið
( ) Hetta samfelagsheiti sigur frá, hvat havnarfólk vóru í seinnu helvt av 18. Øld. (Tvætl.)
Hosubindingin var einvinnan í 18. Øld.
Samstundis sum bindingin var í hæddini
Ein tálmandi grein í fyriskipanini vildi avmarka rættin hjá ognarleysum at gifta seg.
Bátsbandið skal hava virkað soleiðis
bátaeigari hevði rætt at biðja menn at manna bát. (Tað hava øll).
Tað er ikki at siga, hvussu trælalóg og bátsband hava ávirkað lívið hjá havnarfólki..
s. 35: Hetta sosiala lagbýtið Svabos er ein stættamynd.
Í Havn fanst eitt proletariat í bóndasamfelagnum.
s.36: Lívskorini hjá hesum fátæku í Havn tykjast skerd. Tey høvdu sum sagt ikki jørð uttan fyri ásett mark. ..og kunnu hesi 25% ikki skiljast sum annað enn ein valtrandi undirstætt.
s. 38 Sum onnur traðarbrúk var ein trøð í Havn eisini eitt avmarkað lívsgrundarlag.
s. 39
tá ið fólk kundi fara upp til sítt egna jarðarstykki
Millum søguliga kendastu staðfestingarnar í 19. øld var avtøka kongliga einahandilsins í 1856..
s. 44 Dagleiðaralívið er ein leivd úr tí gamla samfelagnum, og lossingin í Havn er ein traditión.
s. 46 og eingin Havnarbýur í USA kann javnsetast við New York.
s. 48 Hvør havnarbýur hevur sína søgu, og Havnin hevur sína.
s. 50 Einki verður nevnt um virksemið fram við fjøruni í Havn. (Ha,ha.)
Skipaferðslan var á veg til Havnar
,
damlandi
?, Segl-og dampskip sóust í havnum um eina leið. ??
Seglini hvurvu spakuliga
. Og dampskip tóku yvir.
Fríhandilin tók við í 1856
.
….Húsagangurin hjá Sjóvinnubankanum setti sín dám á øll viðurskifti í samfelagnum. (Húsagangur er ikki positivur.)
Torført tyktist at seta orð á, hvat ið Havnin var-og hvat ið havnarfólk vóru fyri skapningar, men ein samanbering kemur meira á beint.
s. 153:Løgnar mannalagnur komu eisini á Kaiina, og ein stjóri kendi seg noyddan at fara á Kaiina at lossa fyri at breyðføða sær og sínum.
s 166:Søga er ikki bara eitt ævigt skjarr, men misljóð á Kaiini, disharmoni í einum mikrokosmos, letur upp fyri serligum lyndi og endurskapar tær rørslur, ið millum annað síggjast í andligu samvirkanini millum menninar á kaikantinum. (Ha,ha.)
Skemtiligir tvætlisetningar uttan meining.
s. 65 : Bløðini fylgdu væl við hvat ið fór fram á kaikantinum.
s. 66: Tað vóru stundum rættiliga nógvir tímar til nógvar hendur á Kaiini beint eftir kríggið og fram í 1940-árini,
s. 66 ..og søgan um N.P.H., sum leyp á sjógv og bjargaði ungum manni, gongur aftur millum fólkið á Kaiini. (Spøkir).
..og Sjóvinnubankin tók ein stóran part av bæði handils- og vinnulívinum við sær í húsaganginum.
s. 67: Bankaskrædlið setti dám á samfelagsgongdina fleiri ár fram (Sum á jólum)
s. 69 : Bulvirkið fram við Kaiini fekk spakuliga annað skap og yngri útsjónd.
Í 1947 sæst knappliga gaffiltrukkur á Kaiini. Tann fyrsti trukkurin var leingi einsamallur.
s. 71 :Tey nýggju tólini vóru í stillum leidd inn á Keiina. (Kirkjuligt)
skal vera ósagt
Kemur fyri fleiri ferðir.
s. 72: Tórshavnar Havn hevði kortini avgjørt ein samfelagsligan týdning.
Trukkurin er áhugaverdur á Kaiini nettupp um hetta mundið.
s. 73 Um somu tíð…hildu…vognar, hendur og armar, boygdir ryggir og bend knø fram í eini tíð, sum ávirkaði arbeiðslagið, men ikki lagið á monnum.
s. 81-82: Konteynarar fóru at gera um seg.
s. 88 : Í Havn, sum eisini er lítil norðurlendskur havnarbýur, kom Skipshandilin tíðliga á Kaiina. Tað skal ikki sigast, um hann hevur verið sum skipshandlarnir aðrastaðni, men hann seldi ymiskt til bátar og skip. (Tvætlisetn. við skeivum innihaldi.)
s. 90:
og hetta er so siðsøgan av kaikantinum.
s. 101:Havnin hevur altíð havt býlingar.
s. 102: Men Havnin í Havn skal skiljast sum ein mentanarlig, sosial og landafrøðilig heild. Teir endurskaptu lossiarbeiðið á Kaiini.??
Kaiin lýkur heldur ikki ta treyt at virka sum havnarsamfelag. (Eingin definitión). Ella
fjaldar søgur um fjald fólk. ??
territorium í býnum, har ið menn steðgaðu á í eina tíð, men har menn eisini vóru í mansaldur.
s. 105: Hetta er umráðandi at fáa við og tá avmarkað, hvussu nógvir mans kunnu arbeiða í senn.
s. 107 Tað tykist, sum teir somu menninir gingu aftur í lossingini í New York fyrst í 20. Øld. (T.e. teir spøktu).
s. 109 Landing av fiski var tískil mett. Ein landari var líkasum eitt annað slag av fólki.
s. 111 Í 1964 er knappliga líkt til, at lossing og landing var hvør sítt. (Tvætl.)
s. 136:Hjá Lossingarmonnum í Havn sæst at allir hava eina hugsan um arbeiðið á Keiini. Tað merkir sostatt, at arbeiðið so ella so hevur týdning fyri hvønn lossingarmannin sær og ber boð um, at lossing er eitt einstakt arbeiði, ið skilur seg frá øðrum arbeiðum. (Genialt, ha.)
s. 145 Heimildir siga við ein munn, at tað var um at fáa lossingina at ganga. Tikið verður til, at menninir vóru eitt team og at arbeiðið var eitt teamwork.
s. 146 Kaiin hevur allar dagar verið mannað við monnum og fær ikki verið annað enn ein mansverð. Við harðmæltum røddum varð tó roynt at hava ein sáttligan tóna fyri at fáa lossingina at ganga,
(Tvætlisetn.)
s. 146 Tygum hvarv á kaiini, tá ið so mong onnur eisini hildu uppat at siga tygum (Vrevl.)
Kaiin var ikki, sum onkur kanska vil hugsa, ein karrá verð, ið esjaði av sveitta og bersýndum manslyndi.
s.147: Teir kundu tó gera seg til, tá ið kvinnur í eygsjón komu gangandi út eftir kantinum og nærkaðust.
s. 148 : Lossingarmaðurin er settur fram sum eitt serligt slag av arbeiðsmanni.
s. 152: Tá ið tað var svangligt við løntum tímum
, Kaiin var opin og beyð monnum vælkomnum
, Í Havn hava flestu lossingarmenn allar dagar verið heilt vanligir arbeiðsmenn.. (Javel.)
s. 153: Havnin-ein staðbundin rót. (Tvætl), Umhvørvið á Kaiini skal tvinnast saman við býin.,
at seta strikur á hetta umhvørvið
, so tann besta
fyribrigdi í býarsøguni, ið má vera so søguligt at eingin í dag veit, hvussu hetta er íkomið av fyrstan tíð
(Einastandandi møsn).
s. 159: Heimildarfólkið sigur tó ikki í nóg stóran mun, at fólk, sum kom til Havnar, helt seg vera øðrvísi.
s. 165: Sjóvinnubankin og vinnulívið vóru sum sagt farin á húsagang
(Vinnulívið er abstrakt hugtak, kann ikki fara á heysin).
s. 187 Ongin lossari man hava tíggjað sær, havt somu sosialu og mentanarligu atferð ella bara líkst Marlon Brando. (Passar faktiskt ikki. Tvætlisetningur.)
s. 194 Tað kann saktans hugsast, at formenninir í Havn hava havt sínar eygnasteinar.
s. 201 Tá ið teir eru á einum máli um, at maritim traditión fer um lond og høv.
s. 215 Undantikið teir stýrandi tættir, sum eru millum kapital og arbeiði, so hava øll í arbeiðarastættini ikki havt sama lív. (Hvat?)
s. 217 Menniskju hava fjøltáttað lív.
s. 228 Kúgvin var álitið í húsarhaldinum. (Kanska heilin eisini).
s. 229 Tað er annars eitt samanhangandi søguligt samband millum trøð og útróður sum lívsgrundarlag í 19. Øld
s. 230 Tá ið vikan var hálv.
s. 231 Trøð og útróður vóru tey seigu umboðini fyri fólkamentanina., ella Í 1960-árunum fóru traðirnar spakuliga undir heilt. (Nei).
s. 232 Eitt fiskimannaheim í Havn var smáligt innan, men fólk áttu tó síni egnu hús.
s. 233
.og húsið átti hálva kúgv., Hús í Havn í hesum tíðarskeiði líktust húsum á bygd.
s. 242: ..Carl P.Jensen…hefti seg við arbeiðsloysið á Tvøroyri og annars bátin og kúnna, sum hann metti vera eitt serligt slag av arbeiðsloysisstuðli.
s. 245: Føroyskt-norskt tunnuvirki var farið at gera um seg og virksemið hjá tí stavaði frá sildaveiðuni.
s. 262: Tað hevur verið sagt, at øll sløg av monnum millum ár og dag hava leitað sær oman á Kaiina.
s. 277 Stórar veitslusamkomur munnu mangan hava gjørt fólk ótrygg. (Ha, ha.)
s. 285:Í Havn kundi ein váttligur og vinglutur arbeiðsmaður saktans vera javnaðarmaður.
s. 289: Smástuldur var sjálvsagt ólógligur
..(Javel) og so hendan men stuldur var eitt fjalt kynstur hjá arbeiðarastættini.
mjølið og náttkjólarnir, so er ikki vist, at tað er beint at tosa um proletariska mentan og meðvit í Havn. (Tvætl).
s. 296: ..ein riðil av søguligum lógbrótarum.
Vísindaliga verður arbeitt í fullum álvara við skemti.
s. 303: Teir royndu sítt ítarsta at kýta seg…
s. 305: ..og í so máta minnir tann lítli norðurlendski havnarbýurin (t.e. Tórshavn) ikki sørt um … afrikanska havnarbýin Tanga.
s. 313: Tað stendur fyri egnu rokning hjá tí einstaka at meta um, hvør ið kann bera heitið kapitalistur.
s. 350: Hesir menn hava lyft úr og í og hava borið sín egna bý.
s. 352: Ein forsøgulig lýsing er av tí spjadda virkseminum fram við Eystaru- og Vestaruvág í tíðini fram til 1930.
Beinleiðis lygnir blandaðar upp í møsn.
s. 165-166 :Fólkið av bygd fekk eina knortluta móttøku millum innføddu havnarmenninar. (Tvætl.)
s. 170 Havnarmenn hildu seg eiga rættin til lossingina í Havn. (Møsn)
Og tí kann staðfestast, at tað kundi vera hart at vera bygdarmaður í Havn. (Møsn.)
s. 227 Tvøroyri býur, Havnin bygd. (Tvætl)
s. 230 Teir fóru á flot í tómrúminum, tá ið
(Møsn.)
s. 248 Verður tosað um ídnaðarkollvelting, so kom hon til Havnar við økta virkseminum hjá Bacalao fyrst í 1960-árunum? (Tvætl).
s. 342: Tað er einki, sum beinleiðis bendir á, at eitt skipað sosialistiskt rák var í Føroya Sjómannafelag, heldur ikki í Lossaradeildini, men tað kann hugsast, at so var. Hinvegin er greitt, at reyða ávirkanin hevði týdning á Kaiini. (Vrevl, lygn og inkongruens. Klárar ikki at velja verifikatiónsvirði í útsøgn.)
Høvuðsbrekini í bókini Lossingarmenn eru, at maðurin, sum skrivað hevur, ikki hevur operativ hugsandi evni. Hann dugir heldur ikki at reflektera um sínar egnu setningar. Hann heldur, at tað ber til at útnevna eini ávís hús í Havn til eitt typiskt arbeiðaraheim í árunum 1920-1950, tí hann sjálvur hevur verið á Museum í Danmark, har hann hevur sæð tílíkt. Tað ber ikki til. Jóin íslendarin, sum undirritaði kendi, verður útnevndur til nakað typiskt, ella sum hann sigur: Jóin íslendarin kann gerast eitt tignarligt umboð fyri føroysku almúguna (s.11). Hetta er regulert tvætl og luktar langan veg av, at danskir sosialdemokratar skulu skriva eina danska søgu omanyvir føroyingin.
Ringasta brekið hjá Erlandi er, at hann heldur, at tað sum er 200 ára gamalt, er dupult so søguligt, sum tað ið er 100 ára gamalt. Hann dugir eiheldur at savna inn keldur, sortera data osfr. soleiðis at hann undir framstilling megnar líkinda abstraktiónsstig.
Størsta skandalan harumframt er málsliga óskilið í bókini. Hvussu kann eitt universitetsforlag geva sovorðið út, sum er so út av lagi vánaligt? Setningar hálvir, innskot uttan setning. 174 stavsetingarvillur og 168 teknvillur. Endurgevingar úr øðrum bókum eru allar skeivar, tí maðurin dugir ikki so frægt sum at skriva av! Óteljandi ópresisar vendingar, júst í søguvísindum, eins og í jura skulu setningar vera beinir, orðingar beyond all reasonable doubt.
Fiskur er ikki tungt arbeiði, sum sagt verður á s.120. Fiskur er eitt dýr, og ein trukkur er eitt tól, sum ikki kann standa einsamalt. Ein trukkur hevur onga sál. Hetta er tað stívasta, eg nakrantíð havi upplivað.
Tórshavn 12 November 2003
Páll Poulsen

Og tí kann sta