Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvantningarnir til HB eru alt ov stórir

John William Joensen

Vit eru í semifinaluni í steypakappingini og skulu luttaka í Evropa Cup – so eg haldið ikki at árið er mislukka, men hinvegin eru forvantningarnir frá leiðslu og viðhaldsfólkum ikki í takt við veruleikan, sigur HB venjarin Krzysztof Popczynski.

Gjárakvøldi fóru tíðindi at ganga um, at HB venjarin var sekkjaður og hetta váttar Krzysztof Popczynski, tá vit hittu hann á málið í morgun.

– Eg havi fingið at vita frá leiðsluni, at úrslitini í ár ikki hava verið nøktandi – at HB hevur ein betri hóp enn úrslitini vísa og tí valdi leiðslan at geva mær sekkin.

Skilur ikki leiðsluna
HB venjarin sigur at hann heldur at HB leiðslan og viðhaldsfólkini hava mist samband við veruleikan.
– Eingin vantaði nakað av HB í fjør og álíkavæl leiddi eg teir fram til at gerast meistarar.
– Í ár hava vit annað beinið í finaluni um løgmanssteypið og vit skulu eisini kappast í Evropa Cup.
– Vit løgdu eina strategi frá byrjan av kappingini í ár og eg havi fylgt henni alla tíðina.
– Eg trúgvi eisini at vit høvdu komið langt í ár, og tí var avgerðin hjá leiðsluni í HB tikin alt ov tíðliga.
– Men fjølmiðlar og viðhaldsfólk hava lagt eitt alt ov stórt trýst á bæði leiðslu og leikarar – øll hava gjørt HB til meistarar og vilja hava okkum at spæla sum meistarar hvønn dyst – hetta er órealistiskt og hevur einki við veruleikan at gera. 
– At leiðlans í HB so eisini hoknaði undir hesum trýstinum er beklaðiligt – tí eg ivist ikki í at vit eisini í ár høvdu fingið eitt gott úrslit.

Leikarar liva ikki upp til status
HB venarin váttar at tað hevur verið ein ávís ónøgd millum ávísar leikarar – men at tað einki óvanligt er í hesum, sigur hann.
 
– Tá tú hevur 25 spælarar í einum hópi og allir halda seg vera góðar nokk – umgongst ikki at leikarar frá tí til aðra vera misnøgdir við tær avgerðir sum venjarin tekur.
– Eg haldi at eg og Rógvi Jacobsen hava havt eitt gott samstarv, men eg trúgvi at hann eins og aðrir í HB truppinum vita at teir ikki hava spælt upp til tað sum teir vístu í fjørð.
– Tað er eingin ivi um at Rógvi var góður fyri HB í fjør, men í ár hevur hann ikki hildið saman støði.
– Hinir porfilarnir sum m.a. Christian Høgni, Milan Kuljic og Marcin Dawid hava heldur ikki enn víst tað ein kundi roknað við, men eg veit at teir eisini fara at mennast sum kappingin líður.

Fekk ikki neyðugan arbeiðsfrið
Frákoyrdi venjarin hjá HB sigur at ovurstóru forvantningarnir frá viðhaldsfólkunum hava gjørt at hvørki hann ella leiðslan í HB hava fingið neyðuga arbeiðsfriðin og tað er stórt spell.
– Eg veit at eg kundi gjørt HB til nakað stórt, men tað hevði leiðslan ikki tíð til at bíðja eftir og tað er spell.

Krzysztof Popczynski, sigur at enn hevur einki annað føroyskt felag kontakta seg og tí er óvist um hann verður verandi í Føroyum.