Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitin springari

John William Joensen

Tá vit vitjaðu springaran við myndatólinum í gjár hevði hann rættuliga góðan hug at vísa sýni kynstur

Fokus á Grindadráp og hval
Føroya Sjómanna-dagur fer í ár eisini at seta fokus á grind og grindahvalir.
Føroya Grindamannafelag fer at greiða frá grindarakstri og drápi og eisini fara teir at læra ungdómar at skera upp hvalin sum Føroya Sjómannadagur fekk úr grindini í Gøtu her fyri.
Í hesum sambandi kunnu fólk síggja livandi springara undir øðrum umstøðum enn í einum drápið. 

Hevur tað gott
Tað sást á øllum brøgdum at springarin hevur tað gott í rúmliga aliringinum sum er 30 metrar djúpur.
Hann kom so nær at ein kundi nema við hann og so vendi hann búkin upp meðan hann gleið spakuliga framvið. Síðani vendi hann sær kvikliga og kavaði. So upp afturt, lá stillur hugdi rundan um seg, og svam so spakuliga framvið.

Springarin skal nú hava navn og fólk kunnu skrivað til Norðlýsið (jwj@nordlysid.fo) við uppskotum.´