Klaksvíkar Kvøldskúli, Føroya Handarbeiðsskúli, Vevskúlin og Listaskúlin hava árligu framsýningar sínar Dýra biðidag 18. apríl.
Sum vanligt verður felagsframsýningin í Fimleikarhallum skúlans, meðan Listaskúlin heldur til í Ósáskúlanum og Handarbeiðsskúlin eisini í nýggju, hugnaligu hølum sínum á Heygavegi.
Stovnarnir, sum eru partur av frítíðarundirvísingini hjá Klaksvíkar Kommunu, hava í mong ár havt framsýningar av handaligum arbeiði og list um hesa tíðina av árinum, tá vetrarundirvísingin er um at enda.
Henda gamla siðvenjan hevur framvegis góða undirtøku millum fólk, og sagt verður frá leiðslunum, at áhugin fyri luttøku á mongu ymisku skeiðinum er í støðugum vøkstri.
Framsýningarnar eru Dýra biðidag millum klokkan 14.00 og 20.00




