Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Forvitnisligt sjókort við stongdum leiðum

Oliver Joensen

Vørn hevur ídag almannakunngjørt nýtt forkunnugt sjókort við stongdum leiðum. Kortið er sera áhugavert og gevur eitt stak gott innlit í hvar bátar kunnu fiska og ikki. Tú kanst leita ár aftur eftir hæli um lógir og reglur og harafturat er kortið forvitnisligt á tann hátt, at nógv staðarnøvn, bæði nær og langt úr landi eru við á kortunum.

Einfalt hjá skipum og bátum

Um ein er skipari ella formaður á skipi ella báti, so ber til bara at skriva navn á skipi ella bátin í teigin og tú sært beinleiðis á kortinum hvar skipið ella báturin kann royna.

Um nýggja kortið, ið liggur á heimasíðuni vorn.fo undir teiginum “Stongdar leiðir”, sigur Vørn í Tíðindaskrivi:
     
Skipanin skal gera tað lættari at seta seg inn í, nær, hvar og hvørjum leiðum innan fyri føroyska fiskimarkið ið stongdar fyri innuligum fiskiskapi.
Stongdu leiðirnar kunnu vísast fyri hvønn skipabólk ella við at áseta eginleikar hjá skipi, t.d. reiðskap. Við at velja ávíst skip verður skipabólkurin eisini ásettur.
Skipanin vísir allar stongdar leiðir undantikið tær sum koma í s.v. bráðfeingis veiðibann.
Leinkjan til síðuna Stongdar leiðir er niðast á vinstru síðu