Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fosturtøkumálið samtykt – woke brigadan fegnast

Jóhann Lützen

Eftir gerðabýti hjá Javnaðarflokkinum í dag vann fosturtøkumálið frama við 17 fyri og 16 ímóti

 

Svinghurðspolitikkurin vit eru vitni til í hesum døgum tryggjaði at fosturtøkumálið varð samtykt við 2. viðgerð í kvøld.

Súsanna Bertholdsen er kvinnan, sum tryggjaði meiriluta fyri málinum, tá hon segði seg úr starvi sum landsstýriskona og avloysti Djóna Nolsøe Joensen í løgtinginum, sum sjálvur hevði stemma ímóti fosturtøkumálinum. Harvið gjørdst 16-17 til 17-16. 

Nú restar 3. viðgerð, tað er ikki greitt enn nær hon verður.