Í hesum døgum er jólagávan hjá mongum fótbóltsvini á veg í handlarnar.
Talan er um árbókina Fótbóltur sum er komin út síðan 1992.
Tað eru teirbáðir Jóannes Hansen og Finnur Helmsdal sum standa sum høvuðsskribentar og tá vit tosaðu við Jóannes segði hann, at teir nú høvdu verið ígjøgnum útveljing av myndum og at bókin vantandi fór til prentingar fyrst í komandi viku.
– Av tí at talan er um eina árbók, arbeiða vit eftir sama leisti sum undanfarin ár, men so hvørt bøkurnar eru komnar út hava vit broytt tær eitt sindur.
– Samanlíknað vit Fótbóltur 92 við Fótbóltur 2003 so er bókin í ár nógv betur skipað og tí lættari at finna runt í.
Tað sum er beinagrindin í eini árbók av hesum slag eru sjálvandi tey mongu hagtølini.
– Til hetta arbeiði verða dómaraseðlarnir brúktir, men tíverri eru langt frá allir dómaraseðlarnir eins væl skrivaðir. Vit fylgja sjálvandi eisini við í dystunum til dagligt og tí kunnu vit staðfesta at ikki alt kemur við á dómaraseðilin og tað er sera spell, men hóast hetta meta vit tað verða rætt at vit brúka dómaraseðlarnar sum grundarlag.
Bókin viðgerð eisini m.a. kvinnufótbóltin, men nógvu avlýsingarnar og útsetingarnar av dystum í kvinnudeildini ger tað ógjørligt at viðgera tey einstøku leikumførini, sigur Jóannes Hansen. Umframt hetta viðgerð bókin eisini landsliðsfótbólt og ymiskt annað.
Fótbóltssúpan
Teir sum arbeiða við Fótbóltsárbókini eru: Jóannes Hansen, Finnur Helmsdal, Jón Hestoy og Ivan Eginson.
Tá man kennur omanfyri nevndu persónar, so er ikki ov nógv sagt at teir ikki altíð eru samdir, men tað skal jú verða ein blanding fyri at fáa eina súpan og tað skal sigast at Fótbóltsárbókin er sera vælsmakkandi.
So vónandi halda samfelagsfrøðingurin, sálarfrøðingurin, prentfrøðingurin og hagfrøðingurin fram við tí góða arbeiðinum.
Annars kunnu vit heilsa teimum við orðunum hjá Ebbe Skovdal sum er mammubeiggja Michel og Brian Laudrup:
Hagtøl eru sum miniskirts, sum konufólk ganga við. Tey vísa nógv men ikki alt!




