Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltshøll í Skálafirði

Norðlýsið

Tað verða Jens Martin Knudsen og Mathias Davidsen, sum skulu royna at reisa eina høll í Skálafirði

Fótbóltssambandið hevur nú avgjørt UEFA stuðulin uppá umleið 12 milliónir kr. fer til eina Fótbóltshøll í Skálafirði. Høllin skal rúma einum FIFA-góðkendum graslíkisvølli uppá uml. 65 x 105 metrar og skal annars hava allar hentleikar, sum hoyra til eina ítróttarhøll. Frá grannalondunum vita vit, at hesar hallirnar kosta umleiði 50 milliónir krónur.
Kommununar í Eysturoy, Sundalagnum og Klaksvíkar kommuna hava sýnt áhuga og vilja møguliga stuðla verkætlanini. Herfyri boðaði býráðið í Klaksvík frá, at hendan høllin liggur best á Kambsdali. So spennandi verður at vita hvussu nógvar kommunur verða við í íløguni og rakstrinum.
Fyrr hevur verið frammi, at Toftir hevur eisini havt áhuga í UEFA-stuðlinum. Ætlanin hevur verið, at byggja eina fótbóltshøll omanyvir Tofta Leikavøll.