– Vit borðreiddu fyri umleið 300 leikarum, venjarum og ítróttarleiðarum úr øllum landinum, sigur Jórun Andreasen
Tað er Klaksvíkar Kommuna, sum er vertur fyri Klaksvíkskappingini og í samtarvið við kommununa skipaði KÍ fyri køldum borði í felagshølunum á loftinum í KÍ høllini.
– Her vóru venjarar, formenn og íttróttarleiðarar úr øllum landinum og hugaligt var at síggja ítróttarleiðarar og nevndarlimir úr øllum feløgum sita saman og tosað um ymisk viðurskifti.
– Øll vóru positiv og komu inn í køkin at siga takk fyri, sigur Jórun Andreasen sum saman við Jórun Jacobsen stóður fyri kalda borðinum.
Meir á blaðnum fríggjadagin




