Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltsskúli: Football ’04 við Andy Williams

Guttorm Sørensen

Tað er nú týsdagin 3. august kl. 10.00 at, tann spennandi, Football ’04 byrjar. Tað er undir leiðslu av fyrst og fremst Andy Williams úr Liverpool FC.

Hann fær eina hjálpandi hond frá fleiri góðum lokalum venjarum, at taka sær av teimum nærum 150 børnunum, sum hava melda til. Fótbóltsskúlin endar hósdagin 5. august umleið klokkan 16.30.

Leikararnir ið, hava melda til, hava møguleika fyri at skifta í KÍ-høllini, frá kl 09.15 týsmorgunin.
Leikararnir skulu hava venjingarbúna við, og um veðrið er keðiligt, so er best at hava skiftiklæðir við.

Klokkan 10.00 verður Football ’04 sett, og kemur tá Andy Williams, ið er høvuðsvenjari, eisini at kunna um innihaldi í skúlanum. Eftir hetta verður farið undir fyrstu venjingarnar. Venjingarnar eru liðnar umleið kl. 16.30 hvønn dag.

Tað fer at bera til at fylgja gongdini á fótbólstskúlanum hvønn dag á heimasíðuni: www.finneverton.com har frásagnir og myndir verða at síggja.

Hjá teimum í koma aðrastaðni frá til Klaksvíkar hesar dagarnar, so ber til at ferðast soleiðis:

FERÐING ÚR LEIRVÍK:
Til tey, ið koma við Dúgvuni ella Sam av Leirvík, so verður farið úr Leirvík klokkan 8.15 við Dúgvuni ella klokkan 8.45 við Sam.  

FERÐING TIL LEIRVÍK: Farið verður úr Klaksvík við Dúgvuni klokkan 16.15 ella klokkan 17.45, alt eftir hvussu tíðarætlanini fyri dagin heldur.

Um ivamál eru, so eru tit vælkomin at ringja til samskiparan av tiltakinum Finn Johannessen, sum er at hitta á tlf. 21 25 60.