Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur 2.deild: KÍ – B71 4-3 (2-1): KÍ bardi seg til trý stig

John William Joensen

Hóast KÍ liði legði seg á odda við tveimum málum so hálaðu sandoyingar inn aftur, og leingið sá út til at KÍ enn einaferð skuldi missa á stokkinum

Aleksandar Djordjevic var við á 2.liði, og tað er ikki ov nógv sagt at tað var hann sum gekk á odda fyri ungu KÍ leikarunum.
Sum áleypari var hann alla tíðina ein hóttan fyri verjuna hjá sandoyingum og tað gekk ikki long tíð til KÍ veteranurin hevði lagt heimaliðið á odda.
Tekniskt er Aleksandar sera væl fyri og tey bæði málini hann gjørdu vóru sannar perlur. Firsta málið syrgdi hann sjálvur fyri.
Hann snýtti fyrst tveir verjuleika og púra kaldur smekkaði hann kúluna í kassan.
Seinra málið var eftir sama leisti. Fyrst krúllaði hann seg leysan av verjuni og tá málverjin kom leypandi útímóti, steðgaði hann upp og sum um einki var á vási, lyfti hann bóltin upp um málverjan og í málið. Nú var støðan 2-0 til KÍ og fyrri hálvleikur einans hálvrunnin.
Hesa løtuna virkaði KÍ at vera munandi betur enn B71, men so smátt fór B71 at gera um seg, við einum væl leikandi Eli Hentze.
Tað var Jónsvein Thomsen sum skorðaði fyrsta málið fyri B71. Málið kom uttan iva sum ein skelkur fyri KÍ liðið, sum alt ov ofta í ár er farið av vøllinum við tapið eftir at hava verið á odda.
 
Aleksandar skaddur
Betur gjørdist støðan ikki at Aleksandar móti endanum av fyrra hálvleiki noyddist av vøllinum við skaða í hælsinuni. KÍ venjarin valdi ikki at gera broytingar á liðnum og ístaðin var Steffan Kalsø settu inn í álopið.
 
B71 javnar
Í seinra hálvleiki var B71 oman á og KÍ leikararnir høvdu sera ilt við at fáa bóltin at koyra.
Men burtur úr ongum legði Steffan Kalsø KÍ framum 3-1 við einmansavriki. Hann fekk ein langan bólt, og einsamallur trokaði hann verjuna burtur og smekkaði bóltin í kassan. Eitt sera gott mál.
Men sandoyingar góvust ikki so.
Clayton Soares reduseraði fyrst til 3-2 og miðskeiðis í seinra hálvleiki var Jósvein Thomsen aftur upp á spæl og so var javnleikur 3-3.
Nú sá út til at B71 skuldi fara avstað við sigrinum, men ungu KÍ leikararnir vildu tað annaleiðis.
Martin Drangberg, sum var komin á vøllin í seinra hálvleiki sendir ein bólt inn fyri úr vinstru síðu.
Skotið var somikið hart at B71 málverjin heldur ikki og bólturin støkkur til Gunnleiv Biskopstø sum smekkar bóltin í netmeskarnar til endaligu støðuna 4-3.

Harleyfacadeacryl