Nå men so hendi tað kastastrofala. Sigursrøðin hjá okkum á 2.liðið hjá KÍ bleiv steðga av Aksel & Co.
– Í 46. minuttir fara teir báðir knassarnir í miðverjuni hjá okkum, Sámal og Niclas, skeivir av einari høgari sending, og bólturin dettur beint til góða (alt ov) gamla Aksel (í 2.deild er tað bara ein Aksel), sum av gomlum vana smekkar bóltin í netmeskarnar, hóast málverjin hjá okkum roynur at flaksa.
– Í 70. minnutti er málverjin og miðverjan hjá KÍ í føðingardagshýri. Vit snøgt sagt forera B68 eitt mál, og so fór medalju plássið aftur úr eygsjón.
Annars skuldi hetta verða 6. vikuskiftið á ræð at 2. lið hjá KÍ skuldi fara ósigrað av vøllinum. Og tað er ikki ov nógv sagt, at fyrstu 45. minuttirnar høvdu vit málmøguleikar til ein stórsiður, men eydnan var ikki við okkum hendan dagin, og hóast júst málskorðingin ikki hevur verði ein trupuleiki higartil í ár, so fingu vit einans eitt sjálvmál burtur úr toftamonnum leygardagin.
Støðan og útlitini
Støðan er tann í løtuni at ÍF liggur á odda við 29 stigum. 6 stig eru so niður til TB (23) og síðani kemur Sumba við sínum 22 stigum. VB og KÍ liggja á 4. plássi við 19 stigum og síðandi koma AB (17), B36 (15), LÍF (10), B71 (8) og aftast liggur so framvegis B68 við 7 stigum.
Tað skal sigast at KÍ hevur í ár leikt seg til fleiri stig enn teir hava gjørt í fleiri ár.
Tá kappingin endaði í fjørð hevði KÍ 25 stig, og fyrraárið hevði KÍ bert 16 stig.
KÍ skal komandi vikuskfti møta B36 á heimavølli, síðani ÍF úti, VB heima, B71 úti, TB á Tvøroyri og at enda AB í klaksvík. Av hesum 18 stigum sum eftir eru at spæla um átti KÍ at klára í- minstalagi 6, og um eydana er við 9 stig.
Men um hetta tó verður nokk til eitt heiðursmerkja-pláss er óvist.




