Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur fyri øll 2015 við Djúpumýru

Tíðindaskriv

Mánadagin 22. juni skipar KÍ fyri Fótbólti fyri øll við Djúpumýru frá kl. 15 til 17. Hetta er 3. árið at skipað verður fyri hesum tiltakinum. Tað er UEFA, sum umvegis FSF, áleggur feløgum runt Europa at vísa á týdningin, sum barnafótbóltur hevur fyri úrvalsfótbóltin og øvugt.

Endamálið er, at ØLL skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.

Tá tiltakið er liðugt, tá fáa leikararnir frukt og okkurt gott frá Føroya Bjór.

Tað eru Sonni Djurhuus (tlf. 215202) og Jóan Pauli Jacobsen (tlf. 289104), sum standa fyri tiltakinum vegna KÍ, og aftaná fara venjararnir hjá KÍ at hugna sær saman.