Í samstarvi við FSF skipar KÍ fyri tveimum áhugaverdum fótbóltstiltøkum við Djúpumýru í Klaksvík. Tiltøkini vera mikudagin, tann 22. mai. Fyrra tiltakið kallast fyri “Fótbóltur fyri øll” og seinna “Grassrootsfótbóltur”.
Fótbóltur fyri øll
Kl. 14.00 verður tiltakið “Fótbóltur fyri øll”. Hetta er ætlað øllum áhugaðum og ikki minst teimum, ið vanliga ikki eru partur av teimum bestu fótbóltsliðunum. Her kunnu eitt nú foreldur, ungdómar, pensionistar, fólk við breki, arbeiðspláss, stuðlar o.o. hugna sær við fótbólti hendan seinnapartin. Einans hugflogið avmarkar, hvør kann koma.
Endamálið er:
1. At ØLL skulu hava tað gott og stuttligt saman við bóltinum.
2. At bólturin kann vera við til at fáa fólk at samstarva, at kýta seg, at røra seg, at flenna, at kappast, at harmast, at gleðast, at bróta niður forðingar, ja, at koma hvørjum øðrum við.
Grassrootsfótbóltur
Kl. 16.00 er so “Grassrootsfótbóltur” á skránni. Hetta er ætlað børnum og ungum, ið dagliga eru partur av barna- og ungdómsfótbóltinum í felagnum.
Sum áður nevnt vera bæði tiltøkini á vøllinum við Djúpumýru mikudagin 22. mai.




