Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, gentur 12-14 ár: KÍ-gentur 12-14 ár eru steypavinnarar

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ-gentur 12-14 ár eru steypavinnarar 2008 eftir ein 4-2 sigur á HB í finaluni, har KÍ legði seg á odda tíðliga í dystinum hevði tamarhald á støðuni allan dystin.

KÍ vann 4-2 á HB í finaluni á Niðara Vølli í Gundadali

KÍ streyk avstað við steypasigrinum fyri gentur í aldrinum 12-14 ár eftir at hava vunnið 4-2 á HB í fyrstu finaluni á stóra finaludegnum á Niðara Vølli í Gundadali leygardagin 7. juni.

HB, sum hevur vunnið hetta steypið tvey ár á rað, mátti lata tað yvir til nakrar vælleikandi klaksvíksgentur, sum komu á odda longu í øðrum minutti av finaluni, og vóru omaná tað mesta av dystinum.

Málini hjá KÍ skutu Maria K. Thomsen (2), Sigrun Sirdal (1)  og Eyðvør Klakstein (1).

Venjari hjá KÍ-gentum 12-14 ár eru Bára Skaale Klakstein.

Harleywoodpaint