Í morgin fara smádreingirnir hjá KÍ til Danmarkar, har teir í døgunum 26. – 30. juli skullu luttaka í stórari altjóða fótbóltskapping í Århus. Teir hava vant dúgliga seinastu tíðina og gleða seg sera nógv til túrin.
Hetta eru somu dreingirnir, sum fyrr í ár vunnu steypakappingina, so sjálvsálitið er í topp. Og tað fáa teir eisini brúk fyri, so teir ikki hvørva millum hini umleið 100 liðini úr allari verðini, sum verða við í fótbóltskappingini í Århus. Ongin ivi er um, at tað er fótbóltur, hendan altjóða Football-Festival fyrst av øllum snýr seg um. Umframt sjálva kappingina kunnu dreingirnir nevniliga eisini gleða seg til at síggja ein uppvísingardyst millum tvey altjóða oddalið og at hitta onkrar av teimum heilt kendu fótbóltshetjunum.
Tað er kortini ikki bert fótbóltur á skránni, tí undir heitinum Komið og spælið! er Århus Football Festival eisini skipað sum ein festivalur við konsertum, diskotekum, framvísingum og øðrum undirhaldi hvørt kvøld. Tá ber til hjá teimum mongu luttakarunum at hugna sær saman. Smádreingirnir spæla sín fyrsta dyst longu seinnapartin mánadagin og spæla síðani hvønn dag til og við fríggjadagin. Fríggjakvøldið er endafest við einari sera fjølbroyttari skrá. Leygardagin vendur ferðalagið so heim til Klaksvíkar aftur. Tað fer at bera til at fylgja við hvussu tað gongur hjá smádreingjunum á heimasíðuni hjá Finn Johannessen sum er: www.finneverton.com.
Hópurin
Smádreingirnir eru: Bárður Heinesen, Andrias Ellingsgaard, Páll A. Klettsgarð, Árni Petersen, Hjalti Heðinsson, Eli Simonsen, Jógvan Isaksen, Bogi Jacobsen, Pól J. Poulsen, Sámal Olsen, Daniel Hákunsson Dam, Óli Jacobsen, Eilif Arge, Eli Andreasen, Jan Elmar Sørensen og Teitur Fles. Venjarir eru: Finn Johannessen og Hans Jacob Heinesen. Foreldrabólkurin er: Oluffa Andreasen, John Heinesen og Hákun Dam. Umframt hesi eru nakrir fótbóltsfjepparir við eisini, so ferðalagið telur íalt 27 fólk.
Norðlýsið ynskir smádreingjunum góða eydnu í Århus Football Festival 2004!




