Hóast hann bert var í álopinum hjá KÍ hálvan dystin, so náddi Ovi Nysted leygardagin at gera eitt reint hat-trick í dystinum ímóti AB í Klaksvík.
Tað var eitt væl upplagt og uppsett KÍ-lið, sum byrjaði dystin, og tað var eisini neyðugt, tí frammanundan hevði KÍ ongan dyst vunnið higartil í steypakappingini.
Tað var týðiilgt, at AB-leikararnir høvdu fingið boð um at trýsta KÍ á øllum plássum á vøllinum, men KÍ var somikið meira ágangandi og dugnaligt, at AB varð trýst heilt aftur í egnan brotsteig tær fyrstu løturnar av dystinum.
KÍ kom eisini skjótt framum 2-0.
Fyrst var tað Hjalgrím Elttør, sum eftir uppspæl úr vinstru síðu setti bóltin í AB-málið.
Løtu seinni miseydnaðist off-sice fellan hjá AB, tá ein diagonalbóltur varð sendur av áleið miðlinjuni úr høgru fram til Ova, sum hegnisliga tamdi við bringuni, tók bóltin niður og so lobbaði bóltin upp um málmannin hjá AB, sum var komin rennandi út ímóti honum. So var 2-0 til KÍ.
Nakrar løtur eftir hetta kom AB meira fyri seg og kundi havt fingið bæði eigg oe tvey mál burturúr, og nakað áðrenn hálvleikssteðgin fekk KÍ Alexander Djordjevic útvístan. Í hansara stað í verjuni varð Ovi Nysted fluttur aftur, har hann kláraði seg heilt væl.
Hetta hjálpti tó einki AB, tí við 10 monnum trýsti KÍ allan seinna hálvleik AB.
KÍ fekk 2 mál afturat í seinna hálvleiki.
Málið til 3-0 kom eftir fríspark í vinstru álopssíðu, haðani Arnold sendi inn í ein trunka av leikarum. Ovi Nysted var ein av hesum leikarum, og eydnaðist honum at seta krúllin á bóltin, sum í ein stórum boga fór upp í luftina og síðani dalaði niður í máilið hjá KÍ.
Ovi gjørdi eisini málið til 4-0 og gjørdi sostatt eitt reint hat-trick fyri KÍ leygardagin. Hesa ferð var tað eitt innlegg úr høgru síðu eftir jørð, sum Ovi setti hælin á.til stóra frøi fyri bæði áskoðarar og viðleikarar.
Sum nevnt varð Ovi fluttur aftur í miðverjuna í fyrra hálvleiki, tá Alexander var útvístur. Hann var tí bara hálvan dystin í álopinum, sum ikki ger hat-trick’ið minni flott.




