(Dystarfrásøgn) Sjáldsama nógvir mál møguleikar, tá eitt sera álopssinnað KÍ lið fekk bjargað sær eina – og sera uppiborna – stigið í evstu løtu í kvøld.
(Dystarfrásøgn) Sjáldsama nógvir mál møguleikar, tá eittsera álopssinnað KÍ lið fekk bjargað sær eina – og sera uppiborna – stigið í evstu løtu íkvøld.
Eftir 10 minuttir av dagsins dysti sá ein púra greitt, hvardenturin bleiv lagdur í hesum dystinum: Á álopsfótbólt! KÍ hevði longu íuppstillingini framt broytingar sum bendu á, at ein vildi leypa á og stýradystinum. Broytingarnar á hálvleikinum á Argjum seinasta dyst blivu framdaráðrenn dystarbyrjan hesaferð, meðan Levi Hanssen kom inn á liðið hjáEB/Streymi, har Leif Niclassen bleiv fluttur á vinstra bakk.
KÍ átti fyrra hálvleik
Talan bleiv um ein dyst við óvanliga nógvum mál møguleikum,so teir fara vit ikki at viðgera og skriva um. Heldur kunnu vit staðfesta, atKÍ í fyrra hálvleiki var greitt betra liðið og neyvan áður hevur havt so stórtyvirtak á EB/Streymi á heimavølli seinastu árini. Jóhan Jacobsen, HjalgrímElttør og Páll A. Klettskarð høvdu m.a. stórar møguleikar, men leigaði HansJørgensen í málinum hjá EB/Streymi tók alt. Hann spældi ein framúrskarandi dystog hevur alt ov høgt støði til at sita eitt kappingarár á bonkinum íEffodeildini. EB/Streymur kom til nakrar møguleikar fyrstu løtuna í teirrahøgru síðu, men neyvleikin frammanfyri málinum manglaði eisini hjá teimum. Í 38minutti fær EB/Streymur eitt fríspark úr áleið 25 metra fjarstøðu. Hans PauliSamuelsen smekkaði til og bólturin sat í netinum. Møguliga átti MeinhardtJoensen at klárað at vart fyri, men bólturin “knekkaði” møguliga eisini oggjørdi støðuna trupla. EB/Streymur á odda í hálvleikinum, har heimaliðið annarshevði verið klárt betra liðið.
Páll bjargaði KÍ
Í seinna helt sama gongd fram við mongum mál møguleikum. Núfekk EB/Streymur betri tamarhald á dystinum og kom til fleiri stórarmøguleikar. Í veruleikanum var tað ótrúligt, at teir ikki punkteraðu dystinfyrsta korterið í seinna hálvleiki, tí møguleikarnir vóru stórir. KÍ venjarinsetti síðani Kristoffur Jakobsen á vøllin, tá 57 minuttir vóru farnir. OgKristoffur vísti seg frá síni bestu síðu seinasta hálva tíman og var við ínógvum. Kanska ein passandi leiklutur hjá Kristoffuri at koma á vøllin, támótstøðuleikararnir troyttast. KÍ setti seg nú aftur á spælið og møguleikarnirtrutu ikki. Tann størsta fekk Páll A. Klettskarð. Trýstið helt á, menEB/Streymur hevði eisini sínar royndir. M.a. eitt skot á yvirleggjaran. Tá sovanliga leiktíðin var farin og tey flestu nokk hugsaðu, at vinnarin bleiv tannsami sum vanligt, tá hesi liðini møtast í Klaksvík, so skoraði KÍ. Eftir eindeyðbólt, har KÍ kastaði nærum alt fólkið fram, fær Oddmar Marsten skot á.Umvegis eitt bein endar bólturin ístaðin hjá Páll A. Klettskarð og hesaferðfekk hann bóltin innum Hans Jørgensen. Og ein óvanliga stórur fagnaður á monguheima áskoðarunum. KÍ vildi heilt greitt hava øll stigini og satsaðu nógv seinastuminuttirnar, men einki mál kom afturat.
Bara í Klaksvík
At vera til dyst í Klaksvík verður av mongum mett sum staðiðvið teimum bestu kørmunum í Føroyum, tá ein hugsar um stemning og nógvaráskoðarar. Soleiðis var eisini í kvøld. Sum fótbóltsleikari fær ein ikki størripall at standa á til ein “vanligan” landskappingardyst í Føroyum. Mongu áskoðararnirfingu ein 1-1 javnleik, men mál møguleikar vóru til nógv fleiri mál. KÍ satsaðimeira enn vanligt í sínum álopsspæli í kvøld og hetta lat dystin upp, tí taðgav eisini EB/Streymi pláss. Eingin kundi seta nakran fingur á innsatsin hjá KÍliðinum. Hvør tann einasti leikari gav alt, ið hann átti. Útjavnandi málið varsera væl uppiborið, tí KÍ átti munin í mál møguleikum, meðan EB/Streymur kanskahevði teir størstu málmøguleikarnar. Spenti álopsbogin gjørdi nokk eisini sítttil, at KÍ liðið dugdi illa at verja upp fyri stórum mál møguleikum tilmótstøðuliðið hóast miðverjarnir Oddmar Marsten og Jógvan Isaksen stóðu sterkirí myndini. Tað sama gjørdu teir flestu av hinum eisini. Aftur í kvøld sóu vitbreiddina í KÍ hópinum, har leikarar- sum Kristoffur – koma inn frá bonkinum oggera stóran mun. Hjá EB/Streymi, sum mest sannlíkt fer at koma á vinnarakósinnan stutta tíð, hava vit nevnt málverjan Hans Jørgensen, men eisini aðrirspældu væl. Marni Djurhuus má vera tann verjuleikarin í føroyskum fótbólti, iðhevur hildið javnasta høga støðið seinastu árini. Ein leikari sum eisini vísirframúr innsats og hugburð hvønn dyst.
Eftir dystin tóktust hvørgan av liðunum at vera nøgt viðúrslitið. Tað var væl skiljandi. EB/Streymur misti á stokkinum og vanligapunktera teir dystin, tá liðið fær fleiri slíkar stórar mál møguleikar. Og á KÍliðinum skein tað ígjøgnum allan dystin, at hesin dysturin skuldi vinnast.Eisini eftir útjavnandi málið spældu teir bláu við høgum váða. Tó skuldijavnleikurin gagnað KÍ betri enn hjá kroystu føroyameistarunum. At skora íyvirtíðini er eitt og so hevur liðið tað søguliga trupult við bara at fáa stigá heimavølli móti EB/Streymi. Bjartskygni hjá stóru heima áskoðarafjøldini – sum við slíkum undirhaldi helst bara veksur framyvir – fekkneyvan nakað bakkast eftir hendan dystin. Heldur tvørturímóti.
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen




