Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fótbóltveðrið í kvøld

Hanus Kjølbro

Í dag og næstu dagarnar kemur luftin av eystri – úr einum hátrýsti norðuri í Barenthavinum. Hon tekur vætu upp úr havinum á veg til Føroya. Tí er so grátt kring oyggjarnar í dag.

Ættin er landnyrðingur og landnyrðingur-eystan. Hetta er ein góð ætt í Fuglafirði á høgum barometri. Vindferðin er um 7 m/s í dag.

So, tá ið dystur er í kvøld ímillum ÍF og KÍ í Fløtugerði í Fuglafirði klokkan 19, fer tað at vera bert eitt lítið lot eftir vøllinum frá ánni ímoti ÍF-húsinum. Tað fer neyvan at ávirka dystin stórvegis.

Í erva fer at vera grátt, onkra løtu møguliga sirm ella regn. Hitin fer at liggja um 12 stig.

So er eftir at ynskja ein góðan dyst, og koyr á KÍ!!