icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fótbóltveðrið

Hanus Kjølbro

Tað er lýggj luft av evropeiska meginlandinum, sum rekur til Føroya í dag.

So, meðan dystur er í Gundadali í dag, meðan KÍ spælir ímóti B36, fer vindferðin at liggja um 5 til 10 m/s úr suðuri – (t.e. diagonalt úr niðara horni við stóra skýlið, har sum áskoðarar KÍs vanliga sita, og niðan ímóti horninum við HB-skýlið). So vindurin fer ikki at ávirka dystin ov nógv.

Nakað av høgtliggjandi skýggjum eru í dag, men sólglottar eru ímillum. Soleiðis verður eisini, meðan dysturin er.

Hitin fer at liggja um 10 – 11 stig.  

Góðan dyst, og koyr á KÍ!