Niels Jacob Nielsen, skipari á Strondum, heldur, at lívi í heimbygdini fer at broytast, tá Eysturoyartunnilin kemur.
Niels Jacob Nielsen, skipari á Strondum, heldur, at lívi í heimbygdini fer at broytast, tá Eysturoyartunnilin kemur.
“Strendur fer frá at vera ein blindtarmur til at vera eitt knútapunkt,” sigur hann við Norðlýsið. Vit hittu hann týsdagin, í sambandi við at fyrsta skotið fyri tunlinum varð latið av.
“Tað verður stutt til Havnar – 10 minuttir. Tað er ein minutt longri at koyra til Skálabotn,” sigur hann.
Roknar við tilflyting
Niels Jacob sigur seg rokna við, at fólkatalið í bygdini fer at vaksa við tunlinum.
“Her er so sjáldsama gott útsýni, har tú sært líka frá Lambareiði og suður gjøgnum allan fjørðin, Nólsoynna, Sandoynna, 17 tey uttastu húsini í Skálavík og øll skip sum fara á Havnina og í Sundalagið. Og eg haldi, at á Strondum er nokkso fitt gjørt fyri trivnaðin,” sigur hann.
Men onkur avbjóðing verður eisini við fólkavøkstrinum.
“Um bygdin fjølgast, so er tað ein avbjóðing, men tann avbjóðingin fer eisini at gera tað, at handilslív og annað fer at fjølgast. Tað verður eisini lættari hjá teimum sum arbeiða aðrastaðni, tá tað verður skjótari at koyra aftur og fram,” sigur Niels Jacob.
Nakað av ristingum roknar Niels Jacob við fara at verða, tá sprongt verður undir bygdini, men hann roknar ikki við, at tað verður tað stóra, tí tunnilin fer so skjótt niðureftir og verður tí komin nakað djúpt, áðrenn hann kemur út til tað bygda økið.
“Men teir munnu rokna við onkrum, tí teir hava havt ein sýnsmann, sum hevur kannað øll hús og alt, sum er í økinum her, um onkur sprekka skuldi komið í,” sigur Niels Jacob Nielsen.




