Við ávíkavist fleiri framúr bjargingum og sera góðum verjuleiki á miðvøllinum vóru ávíkavist Jákup Mikkelsen og Allan Joensen dagsins KÍ-spælarar í dystinum móti HB sunnudagin, sum endaði við 0-0 javnleiki.
Tað hevur verið sagt í seinastuni, at KÍ hevur manglað ein verjukendan mann á miðvøllinum – ein Makelele ella Mascherano – sum kann steðga mótstøðuliðnum, tá ið tað kemur skolandi frameftir.
Hesin mangul hevur til tíðir elvt til, at KÍ nakrar ferðir í seinastuni hevur tapt dystir, av tí at eingin maður hevur verið á miðvøllinum, sum er nóg frekur og sterkur at stegða mótstøðumonnunum, áðrenn teir koma inn ímóti ella, enn verri, inn í sjálvan brotsteigin.
Ímóti HB hevði roynda KÍ-hetjan, Allan Joensen, fingið hendan leiklutin, nú ungi og evnaríki Emil Nolsøe Leifsson ikki slapp at spæla, tí hann er læntur út frá HB.
Allan vísti í hesum dystinum, at hann megnar hendan verjukenda miðvallarleiklutin til fulnar. Hann fylti nógv og gjørdi, at mótstøðuliðið ikki fekk so lætt við at skipa síni álop ígjøgnum KÍ-miðvøllin.
Eisini vísti Allan fleiri ferðir, hvussu skilagott hann kann spæla fram eftir vøllinum, sum eisini var ein av hansara styrkjum fyrr.
Hóast fleiri KÍ-spælarar spældu væl hendan dagin og stríddust fyri sakini, so kann hin dagsins KÍ-spælari ikki vera annar enn Jákup Mikkelsen í málinum.
Við fleiri góðum bjargingum var hann enn einaferð maðurin, sum fyri KÍ var tann mest avgerandi munurin á ósigri og javnleiki.
Millum góðu bjargingarnar kunnu nevnast hesar, sum allar vóru av slíkum støði, at fáir aðrir málmenn her heima høvdu gjørt honum tað eftir:
Í 19. minutti:
HB-leikari skeyt hart á mál, men Jákup megnaði at halda bóltinum hjá sær. Hevði hann ikki megnað tað, so hevði helst verðið mál, tí ein áleypari var á honum sum eitt fok.
Nakað eftir 49. minutt:
Staddur uttan fyri KÍ-brotsteigin skeyt Milan Kulic eitt sera hart og væl plaserað skot, sum var somikið vandamikið, at Jàkup mátti út í fulla longd og næstan meir enn tað fyri at kunna bjarga dygst úti við stongina. Bólturin støkk frá hond hansara út á stongina og aftur til Jákup. Hetta var ein sonn landsliðsbjarging.
Í 57. minutti:
Eftir innlegg úr høgru álopssíðu kom Hendrik Rubeksen at standa einsamallur framman fyri KÍ-málið, haðani hann hálv- ella heilfluktaði úr 7-8 metrum, men Jákup Mikkelsen vísti enn einaferð landsliðsklassa og bjargaði skotinum!! Ein fantastisk bjarging!!
– – –
Sostatt vóru tað tveir av teimum royndu monnunu á KÍ-liðnum, sum hesaferð vístu serliga gott hegni og hugburð, men teir vóru ikki einsamallir, tí fleiri aðrir spældu og stríddust væl fyri hart kroysta Formulaliðið hjá KÍ, sum krevur at savna stig, nú niðurflytingin hóttir liðið.




