Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá Glyvrum til Minnesota at lesa Rocket Science

Jóhann Lützen

Tað er ikki vanligt at hoyra um føroyingar, ið lesa Rocket Science ella Aerospace Engineering, sum tað eisini verður kallað. Men Marý Fjallstein Petersen av Glyvrum er eitt undantak.

 

Tá Marý varð liðug við 9. flokk í skúlanum við Løkin, skuldi hon velja, um hon skuldi fara í 10. flokk, ella um hon skuldi fara á miðnámsskúla. Tá var luftrúmsverkfrøði ikki nakað, sum hon hugsaði um.

“Eg vildi bara fáa skúlan av borðinum. Eg ætlaði at gera meg lidnan við miðnám, fara til Danmarkar at lesa til sjúkrasystur og síðani at vera paramedisinari.”

Men lagnan vildi tað øðrvísi. Í dag býr hon í Amerika, har hon lesur luftrúmsverkfrøði á universitetinum í Minnesota.

 

Á gymnasialu tøknibreytina í Klaksvík

Sum so nógv onnur ung, ið eru liðug við fólkaskúlan, skuldi Marý eisini velja sær eina miðnámsskúlaútbúgving.

“Beiggjarnir hjá mær høvdu ofta nevnt TSK í Klaksvík, tí at tann miðnámsbreytin er so nógv øðrvísi frá øðrum breytum. Har kundi tú brúka alt tað í praksis, sum tú lærir, heldur enn bert at sita við einari bók framman fyri tær allatíð. Hetta kveikti mín áhuga, tí tað kendist altíð, sum at skúli bara snýr seg um at gera tað sama umaftur, har bara torleikastigið verður hægri fyri hvørt ár.”

Hon gjørdi tí av at søkja inn á gymnasialu tøknibreytina í Klaksvík. Her fekk hon áhuga í lærugreinunum alisfrøði og evnafrøði, lærugreinar, sum hon ikki hevði havt áhuga í fyrr.

“Tá eg byrjaði, hevði eg tað torført við alis- og evnafrøði. Í fólkaskúlanum er tað EIN lærugrein. Eg skilti ikki munin millum tey bæði, og knappliga skuldi eg hava tað sum tvær ymiskar lærugreinar. Hetta var sera torført fyrsta hálvárið, har eg ikki kláraði meg væl. Seinnu hálvu 1. árið kom nógv av tí praktiska uppí, og tað vísti seg at hjálpa mær so nógv at síggja, hvussu tað virkaði í veruleikanum. Hetta fekk meg at skilja, hvat tað var, eg hevði arbeitt við, og tað vísti mær, hví vit læra tey ymsu tingini.”

 

Eitt læruríkt umhvørvi

Fyri Marý var TSK eitt læruríkt umhvørvið, tí skúlin hevur so nógv meira at bjóða enn bert ta gymnasialu breytina.

“Tað vakti mína undran, hvussu nógvir møguleikar TSK hevur at bjóða. Tí hóast tøknibreytin ikki er so stór, so er skúlin sera stórur. Tað eru ymisk yrkisnám á skúlanum, so sum el, maskin, timbur og gastronomi. Hesar deildir samstarva við tøknibreytina, og tað ger dagin meira fjølbroyttan. Tú hevur so nógv, sum tú kanst læra frá hvørjari einstakari breyt.”

 

Áhugin fyri alisfrøði verður kveiktur

Tá Marý kom til Klaksvíkar, ætlaði hon sær at verða paramedisinari, men hesar ætlanir broyttust, tá hon hevði verið á tøknibreytini eina tíð.

 

 

“Eg ætlaði at gerast paramedisinari, men alt hetta broyttist, tá eg sá, hvørjar eginleikar eg í veruleikanum hevði. Eg havi altíð klárað meg fínt í skúlanum, men á TSK fekk eg møguleikan veruliga at síggja, hvørjir mínir eginleikar vóru og eisini at arbeiða upp á tað, sum eg dugdi minni væl. Alisfrøði kom at vera lærugreinin, eg kláraði meg best í, og tað fekk meg at umhugsa mínar framtíðarætlanir viðvíkjandi skúla. Mín alisfrøðilærari var Andras Biskupstø, sum er ein sera dugnaligur og arbeiðssamur maður. Hann er útlærdur sum installatør og elverkfrøðingur, og hetta fekk meg at hyggja eftir einari framtíð sum verkfrøðingur.”

 

Til Amerika at lesa rocket science

Marý byrjaði at hyggja eftir møguligum verkfrøðingaútbúgvingum, og tann, henni dámdi best, var luftrúmsverkfrøði (Aerospace Engineering). Flestu toppskúlarnir við hesi útbúgvingini eru í USA, og Marý byrjaði at hugsa, at kanska hetta var leiðin fyri hana.

“Eg skal ikki lúgva, tilgongdin frá tí, at eg byrjaði umsóknina, og til eg slapp inn, var ikki tann lættasta, men tað er tí, at eg ikki avgjørdi fyrr enn í februar 2020 at fara til USA at lesa, og umsóknarfreistin fyri skúlabyrjanina heystið 2021 var 1. jan 2021. Hetta er eitt stutt tíðarskeið fyri at náa tað, sum skal gerast, áðrenn ein søkir. Hóast alt hetta, so megnaði eg at koma inn í University of Minnesota. Vísindi- og verkfrøðingadeildin á hesum skúlanum verður ofta samanborin við skúlar sum MIT, Stanford og Harvard. Eg hevði tó ikki megnað at søkt og sloppið inn uttan megnarhjálpina, sum eg fekk frá lærarunum hjá mær á TSK. Uttan tey, so hevði eg ikki verið her, eg eri nú.”

Marý sigur, at hetta óivað er ein tann besta avgerðin, hon hevur tikið.

“Tað hevur so heilt sikkurt verið strævið, men samstundis mennandi og stuttligt. At byrja á einum nýggum skúla er sjáldan lætt, men skúlagongdin á TSK fyrireikaði meg til at fara víðari við mínari skúlagongd. Sjálvt um onkrar vikur vóru sera tungar at koma ígjøgnum, so visti eg altíð, at tað ikki var ómøguligt, og at eg skuldi nokk klára meg.”

 

Ein spennandi tíð

Marý er eisini farin upp í AFROTC (Air Force Reserve Officer Training Corpse) hjá amerikanska flogvápninum, har fólk verða vand at vera offiserar í flogvápninum.

“Eg fari ikki ígjøgnum hetta frá byrjan til enda, men tað er sera læruríkt og vísti mær teir ymisku møguleikarnar, sum mín útbúgving gevur mær. Eg eri eisini sloppin at uppliva mangt, bert við at vera í hesum. Til dømis so slapp eg at stýra einum lítlum flogfari, og eg slapp at síggja ein NFL-dyst millum the Viking og Packers, har eg og mong onnur bóru amerikanska flaggið út á vøllin framman fyri uml 50.000 áskoðarum.”

 

Ein onnur mentan

Størsta broytingin hjá Marý eru liviumstøðurnar. Á universitetum í USA er tað vanligt, at skúlin hevur eitt stórt campus. University of Minnesota er deildur upp í sjey skúlar, og Marý gongur á College of Science and Engineering (CSE).

“Tað, sum eg alvorligani skuldi venja meg við, var, at eingin lærugrein var í sama bygningini. Á einum campus eru fleiri stórir bygningar, og teir eru dedikeraðir til ymiskar lærugreinar, og eg kann vera í skúla í 4 – 5 ymiskum bygningum í ein dag. Eisini er tað øðrvísi at búgva í einum bygningi, sum húsar umleið 700 fyrstaársnæmingum. Næsta semestur flyti eg í eini hús beint uttan fyri campus. Eg fari at búgva saman við nøkrum fittum fólki, sum eg havi møtt her á skúlanum, og tað gleði eg meg til.”

Marý verður eftir ætlan liðug við sína Bachelor-útbúgving í 2025. Eftir hetta er ætlanin at søkja starv hjá United States Air Force. Vit takka Marý fyri samrøðuna og ynskja henni alt tað besta í framtíðini.

 

Harleywoodpaint