Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá Hvalvíkar kirkju í samband við Sundalagsstevnuna 2016

Oliver Joensen

Í samband við Sundalagsstevnuna 2016 skipar Hvalvíkar kirkja fyri tveimum tiltøkum.

Fríggjakvøldið 10. juni kl. 21 verður aftankvirra í kirkjuni.

Sunnudagin 12. juni skipar kirkjan fyri gongutúri úr Kvívík til Hvalvíkar við staðkendum fólki. Gingið verður frá “grønlandshúsunum” omanfyri Kvívík til Hvalvíkar kirkju.

Gongutúrurin er fyri øll áhugaði, siga prestarnir.

Skráin sær soleiðis út:

Kl. 09.30 koyrir bussur frá Hvalvíkar kirkju.

Kl. 10.00 verður farið undir at ganga til Hvalvíkar. Túrurin tekur uml. tveir tímar at ganga.

Kl. 12.00 – ella tá øll eru komin fram – verður guðstænasta við Mariu J. Niclasen og Bergtóri H. Bjarkhamar. Um viðrar verður hon hildin uttandura.

Eftir tiltakið koyrir bussur aftur til Kvívíkar.

Hjá teimum, sum ætla sær við bussi, er neyðugt at boða frá luttøku. Ringjast kann til ein av prestunum ella sendast kunnu SMS-boð til:

Maria J. Niclasen, tlf. 237349.

Bergtórur H. Bjarkhamar, tlf. 237338.

Til ber eisini at skriva teldupost til: mjn@kirkjan.fo ella bhb@kirkjan.fo

Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 09. juni kl. 12.

Øll eru vælkomin.

prestarnir