Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá ÍF til næstbestu deildina í Danmark

Jákup Ósá

Hevur fingið sáttmála í næstbestu donsku deildini, hóast tað ikki gekk so gott í ÍF.

ÍF styrkti seg síðsta summar við 27 ára gamla danska miðvallarleikaranum Frederik Poulsen. Hann spældi 13 dystir, men skeyt einki mál. Fleiri dystir spældi hann sum álopsleikari, tá ÍF ongan natúrligan álopsleikara hevði í hópinum. Nú boðar Brabrand í næstbestu donsku deildini, sum frammanundan m.a. hevur fyrrverandi KÍ álopsleikaran Kenan Hajdarevic í hópinum, frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Frederik. 

 

Brabrand liggur næstaftast í næstbestu donsku deildini.