Hósdagin 29. apríl 2004 byrjaði KÍ enn eitt slóðbrótandi tiltak sum ítróttarfelag.
Klokkan 16.10 bjóðaði KÍ-verturin Kristian Joensen vælkomin til nýggja útvarpssending, sum verður send hvønn hósdag hereftir, og endursend fríggjamorgun klokkan 10.00.
Endamálið við sendingini er at kunna KÍ viðhaldsfólk og stuðlar í Norðoyggjum og kring landið um KÍ ein ein meira beinleiðis hátt enn fyrr. Rás 2 røkkur jú um alt landið, so við hesum átaki spenna vit rættuliga vítt. Ætlanin er síðan at sendingarnar verða lagdar út á heimasíðuna, soleiðis at útisetar og onnur eisini fáa møguleikan at hoyra hvat ið fer fram í felagnum við stórstu framgongdini í landinum.
Innihaldið í sendingini er rættuliga fjølbroytt, men gjøgnumgangandi bláai tráðurin er kunning og aktuelt frá Klaksvíkar Ítróttarfelag. Úrslit og málskjúttar farna vikuskifti, prát við ungdómsvenjarar og leikarar, profilur av einum 1. deildar leikara krydrað við góðum tónleiki.
Eisini vitjaðu dagligi leiðarin Bill Mc. Leod Jacobsen og Ove Flindt Bjerg útvarpsstovuna til prát um 100 ára haldið og støðuna hjá besta mannsliði felagsins nú landskappingin er byrjað.
Teknikari er Johnny Olsen. Stuðlað fyrstu sendingini við KÍ´arum í luftini hevði Norðoya Sparikassi.
Um onkur skuldi verið sum hevur hug at stuðla sendingini í framtíðini, so kann viðkomandi ringja til Bill á telefon 218022.
KÍ´arar í luftini verður send hvønn hósdag klokkan 16.10-17.00 og endursend fríggjamorgun klokkan 10.00
Liðið tað eitur KÍ – KÍ tað eru vit




