Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá Melodi Grand Prix til Basel: Sissal er klár!

Vón, Andrea og Anna

Tann føroyska Sissal Jóhanna luttekur fyri  Danmark í Eurovision

 

Skrivað hava: Vón Arge Ellingsgaard, Andrea Gaard, Anna Jógvansdóttir

 

Tann føroyska Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen luttekur í Eurovison 2025 í Basel, har hon syngur fyri Danmark við vakra sanginum “Hallucination”. Sissal er næsti føroyingurin, sum hevur megnað at koma í Eurovision, eftir at Reiley í 2023 luttók við sanginum “Breaking My Heart”. 

Í 2020 flutti Sissal til Danmark við báðum døtrum sínum, har hon í dag lesur til lærara. Fyrr í ár gav Sissal út hennara fyrsta staklag, “Hear Me Now”, sum beinanvegin fekk góða móttøku millum lurtararnar.

Fyrra hálvfinalan í Eurovision 2025 er í dag, týsdag, meðan seinna hálvfinalan verður hósdagin, har Sissal eisini skal luttaka. Tá ber eisini til hjá føroyingum at atkvøða fyri henni.
Leygarkvøldið klokkan 20:00 verður sjálv finalan, sum væntandi verður eitt ordans brak, og vóna vit øll sjálvandi, at síggja Sissal á pallinum tað kvøldið.

Tí er bara eitt at gera hjá okkum mongu, sum halda, at Sissal avgjørt eigur at fáa eitt av finaluplássunum: Hóskvøldið mugu øll seta seg framman sjónvarpinum og atkvøða fyri Sissal við sanginum “Hallucination”!